Tað hevur verið heilt fitt av vindi í dag, og løgreglan fekk eisini onkrar fráboðanir um vindskaðar. Men talan var um smærri skaðar, sum bjargingarliðini fingu bilbukt við.
Í Klaksvík varð boðað frá í morgun, at ein húsatekja var við at ríva og Innan Glyvur var eitt neystatak við at fara. Har vórðu bjargingarliðini boðsend at bjarga støðuni. Í morgun varð eisini boðað frá, at byggitilfar var við at fara í luftina, men tað fenn avvarðandi entreprenørur tryggjað, áðrenn skaðið stóðst av.
Trýst annars HER og síggj eitt stutt videobrot frá skubbuta veðrinum í dag