Tríggir spældu sín fyrsta dyst

Tríggir, ungir leikarar spældu í gjár sín fyrsta dyst fyri føroyska U21-landsliðið.

Tað gekk av skriðuni hjá føroyska U21-landsliðnum, sum í gjár tapti heili 1-6 á heimavølli ímóti Finnlandi. Hetta úrslitið merkir, at føroyska liðið framvegis hevur síni fyrstu stig til góðar í hesi undankappingini.

 

Ringt er at finna nakað jaligt frá dystinum í gjárkvøldi, men um ikki annað, so eru tað tríggir, føroyskir leikarar, sum allir vórðu skiftir inn í gjár, ið kunnu gleðast um, at teir hava spælt sín fyrsta U21-landsdyst.

 

Talan er um hesar tríggjar: Jákup Vatnhamar Olsen hjá Víkingi, Petur Knudsen hjá NSÍ og Jákup B. Andreasen hjá KÍ. Jákup Vatnhamar Olsen varð innskiftur fyri Patrik Johannesen eftir 61 minuttir, Petur Knudsen bleiv innskiftur eftir 69 minuttir fyri Teit Jacobsen, meðan Jákup B. Andreasen kom inn eftir 81 minuttir, har hann loysti Jonas Gejel Hansen av.

 

Petur Knudsen og Jákup B. Andreasen eru úr árgangi 1998, meðan Jákup Vatnhamar Olsen er føddur í 1996. Hetta merkir, at hesir tríggir allir hava aldur til eisini at taka lut í komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum.

 

Jákup B. Andreasen hevur áður verið í U21-landsliðshópinum hjá Føroyum, meðan Jákup Vatnhamar Olsen og Petur Knudsen báðir vóru úttiknir á fyrsta sinni til U21-landsliðið í samband við dystin í gjár.