Tríggir útlendingar komnir til Toftir

B68 hevur leitað sær nýggjan útlendskan styrk, nú felagið er komið upp í Formuladeildina aftur

Tríggir av hesum útlendingum komu til landið fríggjadagin. Tveir av teimum komu longu leiðina úr Senegal, har hitin lá um 36 hitastig fríggjadagin. Tað eru 20 ára gamli Landing og 21 ára gamli Badara. Umframt teir báðar er danin Jacob Bymar, sum áður hevur spælt fyri KÍ, eisini komin til Toftir.

Umframt hesar tríggjar skal B68 eisini hava serbiska málmannin Vlada Filipovic og hollendska miðvallaran Ralph van Dooren í hópinum í ár. Søgur hava eisini gingið um, at B68 møguliga fær onkran útlendskan spælara afturat.