B36 hevur í dag styrkt um møguleikan at endurvinna FM fyri fyrstu ferð. Á heimavølli vann árstalsfelagið tryggan 3-0 sigur á toppliðnum Víkingi. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og í tveimum førum var tað eftir deyðbóltsstøður. Ein av styrkjunum hjá Víkingi plagar at vera góð skipan í verjupartinum. Soleiðis var tað ikki í dag.
Í Klaksvík vann KÍ størsta sigurin í ár. Longu í 1. hálvleiki var 5-0 til KÍ ímóti FC Suðuroy. Eftir steðgin vóru gestirnir betri við, og fram ímóti dystarenda eydnaðist teimum at minka um munin.
Við Margáir eydnaðist tað EB/Streymi at vinna 1-0 ímóti NSÍ. Talan var um rættuliga tama uppgerð. Superveteranurin Egil á Bø skoraði í 2. hálvleiki einsamalla málið eftir hornaspark. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur styrkt um sína støðu á bronsuplássinum, og at NSÍ framvegis er á næstaftasta plássi.
Merkisvert er tað, at Víkingur og FC Suðuroy løgdu rygg til stórtap. Hesi liðini vóru mikukvøldið bæði partur av steypakappingini.
Liðugt
90 min.
3-0
85 min.
3-0
Gongdin er tann sama.
80 min.
3-0
Eitt er, at tað í dag gongst illa hjá Víkingi, sum er við at leggja rygg til fyrsta tapið í ár. Nú er liðformaðurin Atli Gregersen rikin av vølli eftir ógvusligt fríspark ímóti Súna Olsen.
75 min.
3-0
Jákup á Borg er farin av vøllinum og í hansara stað er komin Jákup Toftum Joensen inn á B36 liðið.
Atli Gregersen er fluttur fram í Víkinga álopið.
Ingi Sørensen er komin inn á Víkinga miðvøllin í staðin fyri Niclas Niclassen.
65 min.
3-0
Hørður Askham hevur avloyst Rasmus D. Sørensen í framrættaða partinum hjá B36.
Partarnir tykjast hava funnið seg til rættis við, at úrslitið verður tryggur sigur til heimaliðið.
60 min.
3-0
Víkingur er væl við leikliga, men tað gongur striltið at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Tyngdin og broddurin resta hjá Víkingi, meðan teir í B36 eru meiri beinleiðis í álopspartinum.
50 min.
3-0
Tað veit ikki manningarliga væl við hjá Víkingi. Hjartvard Hansen kom ikki á vøllin eftir steðgin. Í staðin er Jan Poulsen komin inn á vongverjan í høgru.
Hálvleikur 3-0
Alt bendir á, at toppliðið Víkingur skal leggja rygg til fyrsta tapið í ár. Sjálvsálitið hjá B36 er økt, sum tíðin er liðin, og Víkingur hevur ilt við at svara aftur.
35 min.
3-0: Rasmus D. Sørensen 35.
Alt bendir á tryggan heimasigur í Gundadali. Eftir fínt álop og samanspæl millum fleiri av heimamonnunum í brotsteiginum var tað 16 ára gamli Rasmus D. Sørensen, sum setti bóltin í málið.
30 min.
2-0
Víkingur hevur lagt meiri dent á álopspartin, men tað hevur ikki eydnast oddaliðnum at spæla seg til upplagdar møguleikar.
25 min.
2-0: Símun Joensen 25.
Vinstri vongverjin hjá B36 hevur við høvdinum sett bóltin í Víkinga málið eftir hornasparksinnlegg frá Jákupi á Borg. Verjuskipanin hjá Víkingi rillar av álvara í deyðbóltsstøðum.
Eftir hornasparksinnlegg royndi Evrard Blé seg vi fluktskoti, men bólturin fór væl yvir B36 malinum.
20 min.
1-0
Tað gongur javnt á. Málmøguleikar hava verið í báðum endum, uttan at tað hevur eydnast at skora.
15 min.
1-0: Lukasz Cieslewicz 13.
Heimaliðið í Gundadali hevur lagt seg á odda. Málskjútti var Lukasz Cieslewicz, sum var tryggur, eftir at Jákup á Borg hevði spælt hann leysan.
Fyri B36 er tað stórur smeitur, at miðverjinJonas Flindt Rasmussen er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin veteranurin Herbert í Lon Jacobsen, sum ikki hevur verið á besta liðnum í ár.
10 min.
0-0
Víkingur hevur havt vandamiklastu royndina. Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur, er væl upplagdur. Hann streyk ígjøgnum og legði innfyri, men eingin var at stýra bóltinum í málið.
5 min.
0-0
Súni Olsen hjá B36 hevur longu sæð gula kortið fyri fríspark. Annars eingir upplagdir málmøguleikar.
Tað eru góð líkindi at spæla fótbólt í Gundadali - turt og eitt lítið lot.
B36-Víkingur kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Magnus Poulsen - Bárður Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Símun Joensen - Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Rasmus D. Sørensen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Víkingur: Geza Turi - Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Petur Dalbø - Sølvi Vatnhamar, Niclas Nicalssen, Fritleif í Lambanum, Evrard Blé, Kaj Leo í Bartalsstovu - Joseph Bassene
------
Liðugt
5-1
90 min.
5-1: Jón Krosslá Poulsen 89.
FC Suðuroy hevur minkað um munin. Jón Krosslá Poulsen hevur við beinleiðis frísparki skorað.
70 min.
5-0
KÍ liðið hevur ikki verið so ágangandi eftir steðgin, sum heimaliðið var í 1. hálvleiki. FC Suðuroy hevur verið betri við, men tað hevur ikki eydnast at skora mál.
Hálvleikur
45 min.
5-0: Jógvan Isaksen 45.
Miðverjin er tvífaldur er málskjútti, og báðu ferðirnar eru málini skorað eftir horna. Hetta seinna eftir trunkaspæl.
42 min.
4-0: Álvur F. Christiansen 42.
KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør er væl upplagdur. Nú hevur hann spælt Álv F. Christiansen leysan innanfyri FC Suðuroy verjuna, og lagið er gott í Klaksvík!
30 min.
3-0: Henry Heinesen 26.
Tað gongur væl hjá unga KÍ liðnum, og ikki minst eftir hornasparksinnlegg eru klaksvíkingar vandamiklir. Nú hevur Henry Heinesen við høvdinum skorað til 3-0, eftir at Hjalgrím Elttør sendi hornaspark innfyri.
13 min.
2-0: Jógvan Isaksen 13
Eftir horna hevur miðverjin Jógvan Isaksen við høvdinum sett bóltin í málið.
10 min.
1-0: Heðin Klakstein 7.
KÍ hevur lagt bragdliga fyri á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Miðvallarin Heðin Klakstein, sum fyri fyrstu ferð er millum teir fyrstu ellivu, hevur lagt KÍ á odda eftir innlegg úr vinstru frá Hjalgrími Elttør.
KÍ-FC Suðuroy kl. 15.00
------------
Liðugt!
90 min.
1-0
70 min.
1-0: Egil á Bø 65.
So hevur tað eydnast EB/Streymi at skora ímóti NSÍ, sum meiri enn fyrsta tíman megnaði at halda tørn um málleysa javnleikin. Veteranurin og miðverjin Egil á Bø var málskjútti. Støðan stóðst eftir hornaspark og eitt sindur av aftur og fram.
Hálvleikur
45 min.
0-0
Tað er friðarligt í Streymnesi. Rimmar steypasigurin mikukvøldið, tá ið EB/Streymur vann 4-1 á HB, tykist ikki heilt vera farin úr kroppinum á heimamonnunum, sum ikki hava megnað at víst, at teir eru á heiðursmerkjaplássi, og at NSÍ er á niðurflytingarplássi.
25 min.
0-0
NSÍ heldur væl tørn. EB/Streymur hevur ikki megnað serliga høga leikferð.
10 min.
0-0
Byrjanin hevur verið sera friðarlig.
EB/Streymur-NSÍ kl. 15.00