Víkingur hevur við 1-0 sigri á útivølli ímóti Skála í kvøld lagt seg væl á kósina ímóti fimtu steypafinaluni á rað. Tær fýra undanfarnu finalurnar hevur Víkingur vunnið.
Einsamalli málskjúttin í kvøld var miðverjin Erling Jacobsen, sum lítla løtu undan, at vanliga leiktíðin var farin, við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Hans Pauli Samuelsen við hornasparki hevði lagt innfyri.
Sunnudagin skal Víkingur spæla á heimavølli ímóti HB, og fríggjakvøldið í næstu viku skal landsliðið spæla vinadyst á útivølli ímóti Kosovo. Tí er tað ikki at undrast yvir, at tað í kvøld er órógv bæði í Víkinga leguni og í landsliðsleguni:
Tríggir landsliðsspælarar hjá Víkingi fingu snuddir, sum kunnu hava við sær, at teir ikki vera førir fyri at spæla sunnudagin, og – um illa vil til – heldur ikki vera tøkir í næstu viku at fara við landsliðnum niður til Týsklands, har landsdysturin ímóti Kosovo verður annað fríggjakvøld.
Atli Gregersen, verjuálitið og liðformaðurin á landsliðnum, varð borin av vøllinum:
-Tað var knæskelin, sum fór úr lið. Hon er nú fingin upp á pláss aftur. Hvørjar avleiðingar hetta fer at hava, dugi eg ikki at siga nú. Læknin skal hyggja upp á hetta, og ivaleyst verður talan um røntgenmyndir, áðrenn greiða fæst á hesum, sigur Atli Gregersen.
Bárður J. Hansen tók seg til lærkrikan, og so bað hann um at verða skiftur út. Bárður hevur ikki áður verið plágaður av skaða í lærkrikanum.
Sølvi Vatnhamar lá eina løtu, tí hann hevði trupulleikar við fótliðnum. Eftir dystarlok tóktist tað ikki sum um, at hann var álvarsliga skaddur.