5-MANNAFØR DREINGIR: Tað er tætt, og tað er spennandi í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum. Tað sást í róðrinum í dag, og tað siga tølini, nú tríggir FM róðrar eru avgreiddir.
Á Norðoyastevnu vann Royndin Fríða, og í Sundalagnum vann Drekin.
Í dag vóru tað argjadreingir, sum umborð á Bliki vóru bestir og vunnu.
Blikur, Jallurin, sum var næstfremstur á Norðoyastevnu, og Royndin Fríða vóru í tættari kapping um fremsta plássið, og tá ið teir fóru um málið, var Blikur skutin frammanfyri Jallin og Royndina Fríðu. Drekin, sum var fremstur í Hósvík, endaði í dag á fjórða plássi
Í FM kappingini er Blikur flogin væl framum hinar bátarnar.
1 Blikur 04:52.06
2 Jallurin 04:53.06
3 Royndin Fríða 04:54.00
4 Drekin 04:55.11
5 Erla Kongsdóttir 04:56.07
6 Sílið 04:56.20
7 Frúgvin 04:58.10
8 Fípan Fagra 04:58.11
9 Havfrúgvin 04:58.20
10 Pílur 05:01.20
11 Teistin 05:02.21
12 Svanur 05:02.23
13 Firvaldur 05:06.13
14 Sandingur 05:08.12
15 Tjógvin 05:13.06
Støðan
1 Blikur 18
2 Drekin 15
3 Jallurin 13
4 Royndin Fríða 12
5 Sílið 10
6 Erla Kongsdóttir 6
7 Frúgvin 5
8 Havfrúgvin 4
9 Pílur 1
10 Fípan Fagra 0
11 Firvaldur 0
12 Svanur 0
13 Teistin 0
14 Tjógvin 0
15 Sandingur 0