Føroysku U-21 dreingir skulu í kvøld klokkan 17:00 aftur í eldin. Føroyar skulu spæla á útivølli móti Eysturríki.
Føroyska U-21 landsliðið spældi hóskvøldið móti Týsklandi í einum dysti sum Týskland vann 4-1. Føroyska avrikið var tó gott hóskvøldið, og megnaði Føroyar millum annað at javna til 1-1 stutt undan hálvleiki.
Avbjóðingin í kvøld verður mett at vera á leið líka stór sum tann hóskvøldið. Eysturrískur fótbóltur hevur seinastu árini verið í støðugari menning.
Føroysku venjararnir, Bil McLeod Jacobsen og Eli Hentze, hava fyri løtu síðani kunngjørt hvørjir ellivu byrja inni á føroyska liðnum. Samanborið við dystin móti Týsklandi hóskvøldið, eru tríggjar broytingar gjørdar á føroyska liðnum.
Sonni Ragnar Nattestad er ikki tøkur hesaferð, og spælir Hørður Askham tí í miðverjuni fyri hann. Hinar broytingarnar sum eru gjørdar, eru at Hákun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð byrja uttanfyri í dag, meðan Betuel Hansen og Magnus Egilsson byrja fyri teir.
Føroyska uppstillingin er hendan:
Í mál: Elias Rasmussen
Í verjuni frá høgru: Leivur Joensen, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson
Á miðvøllinum frá høgru: Teit Jacobsen, Betuel Hansen, Jonas G. Hansen, Magnus Egilsson
Í álopinum: Gestur B. Dam, Jákup Thomsen