Á ársaðalfundinum hjá Róðrarsambandinum, sum var leygardagin, varð almannakunngjørt, nær teir seks FM róðrarnir verða í ár 2000. Sum vanligt so verður lagt fyri á norðoyarstevnu, og síðsti róðurin verður á Havnarvág ólavsøkuaftan.
Komandi ár verða tríggir kappróðrar á plássum, har allar kappingarnar fara at vera á eitt túsund metra málinum. Hetta verður í Vági, í Vestmanna og á ólavsøku. Á norðoyarstevnu rógva 10?mannaførini fimtan hundrað metrar.
Róðrarfólk, og tey, sum fylgja væl við í kappróðri, plaga at siga, at tað ger ikki tað sama, um teinurin er fimtan hundrað og tvey túsund metrar, ella um hann er eitt túsund metrar.
Hjá 6?mannaførum við monnum, 8?mannaførum og 10?mannaførum verður venjingin løgd eftir, um teir skulu rógva á longru teinunum ella um kappast verður á eitt túsund metrum. Í ár varð fyrst kappast f?ra ferðir á longru teinunum (burtursæð frá at 10?mannaførini róðu fimtan hundrað metrar á norðoyarstevnu), og so róðu allir bátarnir 1000 metrar í Hósvík og á Havnarvág.
Tað merkisverda við kappingini komandi ár er, at 10?mannaførini skulu kappast á ymiskum teinum hvørja ferð burtursæð frá, at teinurin verður 1000 metrar í tveimum teimum síðstu róðrunum. At hetta fer at seta serlig krøv til venjingina og tilrættaleggingina er einki at ivast í.
Fyrsti 10?mannafars róðurin verður á 1500 metrum í Klakvík, og so verður teinurin 2000 metrar á Skálafjørðinum. Í Vági kappast øll á 1000 metrum, í Kollafirði verður 2000 metra málið brúkt, og so verður aftur róð á 1000 metrum í Vestmanna og á ólavsøku.
Kappróðurin í ár 2000
Norðoyarstevnaleygardagin 3. juni
Skálafjarðarstevnaleygardagin 17. juni
Jóansøkaleygardagin 24. juni
Sundalagsstevnaleygardagin 1. juli
í Kollafirði
Vestanstevnaleygardagin 15. juli
í Vestmanna
ólavsøkafríggjadagin 28. juli
Í ár vóru tríggjar vikur ímillum fyrsta FM róðurin, sum var í Klaksvík 29. mai, og næstu kappingina, sum var í Hósvík 19. juni. So varð kappast f?ra leygardagar upp í slag, meðan steðgurin ímillum vestanstevnuna í Sandavági og ólavsøkuna var hálva triðju viku.
Sum tað sæst á yvirlitinum, so verður gloppið ímillum FM róðrarnar komandi ár ongantíð meiri enn tvær vikur.
Umframt í FM róðrunum plagar at verða skipað fyri kappróðri á fleiri bygdastevnum, t.d. á Strondum og á Skála.