Tríggjar greipur í ÍF

Mikukvøldið vóru trý brøðrapør á ÍF liðnum, sum á heimavølli við sannførandi sigri tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini.

Fótbóltslagið í Fuglafirði var gott mikukvøldið. Við 7-1 sigri á AB tryggjaði ÍF sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.


Merkisvert var tað, at tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru trý brøðrapør í reyðu ÍF troyggjuni á vøllinum: Bogi Løkin og Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard og Ari Ó. Ellingsgaard og Bárður á Lakjuni og Dánjal á Lakjuni.


Merkisvert er tað eisini, at tað var millum hesar brøðurnar, at tey fimm málini, sum fuglfirðingar sjálvir skoraðu mikukvøldið, vóru býtt soleiðis: Bogi Løkin skoraði trý mál, Jan Ó. Ellingsgaard skoraði eitt mál, og Bárður á Lakjuni skoraði eitt mál.Tað vóru altso stórubeiggjarnir, sum skoraðu málini.


Tað er eisini merkisvert, at allir tríggir páparnir hava í síni tíð spælt á besta ÍF liðnum: Jógvan á Lakjuni var á ÍF liðnum, sum í 1971 fyri fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, Ábraham Løkin, sum nú er venjari í Fuglafirði, var á ÍF liðnum, sum í 1979 vann fyrsta og higartil einasta FM heitið til Fuglafirðar, og Ólavur Ellingsgaard var á ÍF liðnum í áttati árunum og fram til 1993.



Myndatekstur:

Trý brøðrapør á ÍF-liðnum mikukvøldið. Frá vinstru: Dánjal (20 ár), Bárður á Lakjuni (32), Jan Ellingsgaard (20), Ári Ellingsgaard (18), Bogi Løkin (22) og Karl Løkin (20)

Mynd: Eyðun á Lakjuni