Orfeus, konsertfelag Norðurlandahúsins, fer nú undir vetrarskránna. Allar konsertirnar verða hóskvøld kl. 20.00. Sum nakað nýtt verða tær einstøku konsertskráirnar umrøddar sama kvøld kl. 19.30.
Nina Kavtaradze
Fyrsta konsertin verður við russiska klaverleikaranum Ninu Kavtaradze hóskvøldið 9. oktober. Hon fer at spæla tónleik úr romantiska tíðarskeiðnum. Á skránni hevur hon verk eftir Tchaikovsky, Rachmaninov, Wagner, Chopin og Musorgsky. Harumframt fer Nina Kavtaradze at spæla verkið Nostalgisk Tango, sum hon hevur skrivað sjálv.
Nina Kavtaradze hevur hildið konsertir víða um í heiminum. Hon hevur m.a. starvast saman við so frægum tónlistarfólki sum Jurij Ahronovich, Kurt Sanderling, Mariss Jansons og Jean-Pierre Rampal. Fløguupptøka hennara av klaververkum eftir Richard Wagner varð í tíðarritinum "Neue Musikzeitschrift" (stovnað av Robert Schumann) kosin at vera millum tíggju tær bestu klaverútgávurnar í heiminum í ár 2000.
Nikolaos og Stamen
Onnur konsertin verður hóskvøldið 30. oktober. Tá fara Nikolaos Kapnas og Stamen Stantchev á pallin við tónleiki fyri violin og klaver, sum er skrivaður í Fraklandi. Nikolaos og Stamen hava áður spælt í Orfeus konsertrøðini, og hesaferð verður tað við verkum eftir Debussy, Stravinsky og Saint-Saens.
Norðurlendsk trio
Triðja og seinasta konsertin fyri jól verður hóskvøldið 20. november. Tá fer ein trio, sum er mannað við Marianne Rørholm, messosopran, Anette Maria Slaatto, viola-leikara og Anne Mette Stæhr, klaverleikara at spæla nýggjari norðurlendskan kamartónleik. Á skránni hjá teimum eru tónleikur m.a eftir íslendska tónaskaldið Atla Heimir Sveinsson og eftir Sunleif Rasmussen. Atli Heimir og Sunleif hava tað felags, at báðir hava vunnið ta høgt virdu Tónlistarvirðisløn Norðurlandaráðsins. Atli Heimir í 1976 fyri sermerktu floytukonsert sína og Sunleif í 2002 fyri fyrstu symfoni sína "Oceanic Days". Trioin fer harumframt at spæla verk eftir Anders Brødsgaard úr Danmark og Johannes Jansson úr Svøríki.
Atgongumerki
Norðurlandahúsið fer til hesar tríggjar konsertirnar at hava øðrvísi atgongumerkjaprísir enn vanligt hevur verið. Atgongumerki til tær einstøku konsertnir kosta kr. 125, - fyri hvørja, men til ber at keypa til allar tríggjar konsertirnar fyri kr. 175,-. Í báðum førum er umrøðan kl. 19.30 íroknað.