Talið av fólki, sum eru deyð við koronu, er nú komið upp á tríggjar milliónir.
Tað vísa tøl frá Johns Hopkins University í USA.
Ritzau skrivar, at ein orsøk til høga deyðstalið er, at í pørtum av heiminum hava myndugleikarnir ikki megnað at tálmað smittuna nóg væl. Eitt nú eru lond sum Brasil, India og Frakland hart rakt.
John Hopkins University savnar støðugt tøl inn um covid-19, men tey siga, at møguliga er talið á teimum deyðu hægri, tí øll lond hava ikki heilsuverk, sum eru før fyri at skráseta smittað og deyð nóg væl.