TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrra partin av fótbóltspanelinum, sum var í sendingini SportBoxin á Rás2.
Í hesum partinum umrøddu panelluttakararnir, Teitur Joensen og Tróndur Arge Champions League lutakastið, sum gjørdist hetta:
Barcelona - Roma
Tey hava spælt fýra ferðir móti hvørjum øðrum, hava vunnið ein dyst hvør og spælt tveir javnleikir.
Sevilla - Bayern München
Tey hava ongantíð spælt móti hvørjum øðrum áður.
Juventus - Real Madrid
Ein endurtøka frá finaluni í fjør, sum Real Madrid vann.
Tey hava spælt 19 ferðir móti hvørjum øðrum. Real Madrid hevur vunnið níggju ferðir, Juventus átta ferðir og tveir dystir eru endaðir javnir.
Liverpool - Manchester City
Hetta verður fyrstu ferð at hesi bæði liðini hittast í Champions League. Tey hava spælt tveir dystir móti hvørjum øðrum í Premier League í ár. Tann fyrra vann Manchester City, meðan Liverpool vann tann seinna.
Teitur Joensen og Tróndur Arge geva ikki Sevilla og Roma teir stóru møguleikarnar í fjórðingsfinalunum, men teir eru ósamdir um hvussu stóran møguleika Liverpool hevur ímóti Manchester City.