Ikki færri enn 80 fólk, tey flestu umboðandi føroyskt vinnulív og fyritøkur við tilknýti til oljuvinnuna, møttu til aðalfundin í Oljutinginum, sum varð hildin í Miðlahúsinum í Vágsbotni í farnu viku. Tað var fráfarandi formaðurin í felagnum, Regin Hammer, sum beyð vælkomin. Eftir sjálvan aðalfundin greiddi stjórin í Statoil, Rúni Hansen frá boringini á landgrunninum í summar.
Hann vísti fyrst á tað nógva virksemið, sum verður á Atlantsmótinum hesa komandi tíðina. Hol varð sett á Benbeculaøkið sunnan fyri Føroyar fyri nøkrum døgum síðani. Tað er Shell, sum er fyristøðufelag við 35%, Statoil hevur 35% og síðani ExxonMobile við 30%. Eitt fund varð gjørt í hesum økinum í 2000 men avgjørt var tá ikki at gera meira við fundið. Nú halda so tvey av heimsins størstu oljufeløgum saman við Statoil økið verða so mikið áhugavert, at tey hava sett borin í aftur í grannalagnum. Talan er um ein kombineraðan avmarkingar- og leitingarbrunn.
Tá hesin brunnur er liðugt boraður verður boripallurin Transocean Rather fluttur longur norður til okkara leiðir. Hann skal so bora tríggjar avmarkingarbrunnar á Rosebankleiðini stutt frá markinum fyrst í august. Verður avgjørt at testa Benbeculabrunnin, so verður hetta kanska eitt sindur seinni.
Orsøkin til at Benbecula er vorðin áhugverdur, nú seks ár eftir at fund var gjørt har á leiðini er tann, at her kann verða talan um so mikið nógv gass, at tað fer at løna seg at leggja eina leiðing til Skotlands. Ein slík útbygging kann so fáa óbeinleiðis týdning fyri oljutilgongdina um okkara leiðir eisini.
Fegnir um Rosebank
Roknað verður við at tað fer at taka restina av árinum at bora teir tríggjar Rosebankbrunnarnar. Rosebank varð funnið fyri tveimum árum síðani, at tað er mett at vera so mikið áhugavert, at tað verður farið undir at bora ikki færri enn tríggjar brunnar í hesum økinum. Hjá Statoil eru tey sea fegin um avgerðina at keypa seg inn í Rosebankloyvið. Frammanundan átti Chevron meginpartin av loyvinum saman við OMV, men í 2004 keyptu Statoil og Dong seg inn í loyvið, stutt áðrenn at fund varð gjørt. Hetta var um sama mundið, at 2. útbjóðing varð í Føroyum og tá legði Statoil boð inn uppá fleiri stór øki á landgrunninum og fekk tey, væl skundað undir av sera positiva útviklinginum á Rosebankøkinum.
Somu partnarnar sum í Rosebankøkinum fingu tá eitt loyvi beint hinumegin markið, kallað Súlan. Eisini varð søkt um fleiri teigar aftrat nærhendis Rosebank í 23. umfarinum í Bretlandi.
-Vit valdu at koyra nokk so nógv egg í eina kurv og løgdu vit stóran dent á hetta økið, tí nú olja varð funnin har kundi tað eisini fáa týdning fyri Føroyaøkið sigur Rúni Hansen.
Mest áhugaverdur fyri føroyingar er tó Brugdubrunnurin inni á føroyska landgrunninum. Sett verður á á ólavsøku við norska boripallinum Stena Don.
Ein av orsøkunum til at Brugdan er so mikið áhugaverd er tó nettupp Rosebankfundið. Hóast tað liggur 80 fjórðingar burturi og í bretskum øki, so minnir undirgrundin her ikki sørt um hana á føroyska langrunninum. Hóast tað hevur verið sera torført at síggja gjøgnum basaltið við seismikki, so vísti tað seg kortini, tá Rosebankbrunnurin varð boraður, at metingarnar út frá seismikkinum av undirgrundini undir basaltinum stórt sæð vóru rættar. Her var borað gjøgnum nakrar hundrað metrar av basalti, so umstøðurnar at fara undir at bora Brugduna kunnu vera rættiliga meinlíkar teimum á Rosebankleiðini, tó at talan kann vera um meira enn ein kilomtur av basalti, ið aftur kann verða av øðrvísi slag enn tað bretsku megin markið. Rosebankfundið á bretskum øki er tó eitt sera gott referansupunkt, tá borað verður langt inni á føroyska landgrunninum í næsta mánað. Tvs. at tú kanst brúka vitanina frá Rosebankbrunninum, tá farið verður undir at bora inni á landgrunninum.
Strategi fyri Atlantsmótið
Rúni Hansen sigur, at Statoil hevur eina strategi fyri alt Atlantsmótið, har føroyski landgrunnurin hevur ein tann mest týðandi leiklutin. Seinastu árini hevur felagið tí gjørt sera umfatanadi seismiskar kanningar yvir tað mesta av økinum. Hesar kanningar eru ikki minst fyri at minka um tann stóra váðan, tá borast skal gjøgnum basalt. Tí fevndu hesar kanningarnar bæði um Brugduøkið inni á landgrunninum, Súluøkið við markið, Døglingsøkið fyri norðan (loyvi frá 2. útbjóðing) og loksins Rosebankleiðina á bretska landgrunninum. Talan er um rættiliga framkomnar 3 D kanningar, har felagið hevur valt at skjóta seismikk á ein nýggjan hátt. Avgerandi við hesum kanningum var, hvussu man kundi síggja niður gjøgnum basaltið og eisini at kunna meta um, hvussu tjúkt basaltið er. Rúni Hansen sigur, at úrslitið av seismisku kanningunum hevur gjørt, at teir eru farnir víðari og at teir trúgva uppá økið.
Talan er annars um eina sera stóra og avbjóðandi verkætlan, sum farið verður undir í summar. Seismikkparturin tykist at vera uppá pláss tvs. at man metir seg vera komnan væl longri á hesum øki og vónar, at søgan frá Rosebank, har boringin vísti, at seismisku kanningarúrslitini vóru á góðari leið, kann endurtaka seg á Brugduøkinum. Hin parturin er so sjálv boringin, har Staoil longu hevur gjørt sær sínar royndir. Rúni Hansen sigur, at hetta er ein av stóru uppgávunum hjá teirra verkfrøðingum. Higartil hevur tað so víst seg at bera til at bora gjøgnum basalt á Rosebankleiðini, men spurningurin er, hvussu hetta hilnast, tá talan verður um kanska kilometrar tjúkk basaltløg á Føroyaleiðini. Gongur líka væl at bora við Føroyar sum hinumegin markið fyri tveimum árum síðani, so sær gott út heldur Statoilstjórin.
Hóast alt hetta er váðin at bora so mikið stórur, at man hevur tryggjað sær, at nógv feløg eru saman um at deila váðan. Soleiðis eru 9 feløg við í Brugduboringini. Um viðurskiftini eru til vildar eru møguleikar fyri góðum úrsliti: -Vit høvdu sjálvandi ikki brúkt nógvar hundrað milliónir uppá hesa boring um ikki møguleiki var fyri at gera eitt rímuliga stórt fund. Enn er alt rættiliga óvist, men í november vóna vit at kunna svara, um tað er vert at fara víðari ella ikki sigur Statoilstjórin.
Rúni Hansen visti annars at siga Oljutinginum frá, at oljufundið Cambo, sum liggur nakað sunnan fyri Rosebank og nær føroyska markinum, kemur at liggja órørt aftur í ár. Sum skilst hevur ætlanini verið at bora ein ella fleiri avmarkingar- og metingarbrunnar, men av tí at eingin boirpallur er tøkur, er ætlanin útsett. Fyri Føroyar er tað tó áhugavert, at tað her við markið eru gjørd tvey stór fund, sum longu hava havt ávirkan á útbjóðingarnar á landgrunninum.