Trúgvur sum trøllið og ein góður kammiratur

?Hann hevur nógvar eginleikar, men í hansara persónsmensku eru eisini nógvir mótsetningar, segði Jóannes Eidesgaard í heilsan síni til Atla Dam í føðingardagsveitsluni herfyri

?Trúgvur sum trøllið og í øllum lutum ein góður kammiratur.
Soleiðis er Atli Dam, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins.
Tá ið fyrrverandi løgmaður, Atli Dam helt 70 ára føðingardag i Trongisvági heryfri, var formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard sjálvskrivaður røðari.
Eini 220 fólk høvdu leitað sær inn í høllina í Trongisvági í føðingardag at heiðra fyrrverandi stórpolitikaran, tey flestu úr Suðuroy, men annars gestir úr øllum landinum og tey siga sum við ein munn, at hetta var ein veitsla av teimum allarbestu.
Tað var fallið Onnu Kirsten Steinø í lut at halda skil á borðhaldinum og tað, fyrsta, hon gjørdi, var at avmarka talitíðina til tríggjar minuttir - og tað mundi koma væl við, tí ikki færri enn 21 røðarar nýttu høvi til at heilsa Atla við røðu ímeðan borðhaldið var.
Umframt Jóannes Eidesgaard, vóru tey, sum hildu røðu, hesi: Vilhelm Johannesen, Jógvan Adolf Johannessen, Henrik Old, Sverri Midjord, Knút Nolsøe, Óli Heinesen, Tummas Michael Smith, Heri Niclasen, Sigdrid Witt, Heri Smith, Anna Dam, Hans Jørgensen, Signar Dam, Ketty Andreasen, John Johannesen, Hilmar Bech, Sólbjørn Jacobsen, Jákup Lindenskov, Torgerð Suðuroy og Manne Næs.
Eina serliga heilsan fekk Atli Dam frá Betty Niclasen, vanliga nevnd Betty hjá Rudolf, sum sang tveir gamlar, danskar sangir, sum tey plagdu at syngja fyrr og tað gjørdfi hon so yndisliga, at tað vóru nógvir vátir eygnakrókar við borðini.

Áhaldandi stríð í fremstu røð
Í røðu síni takkaði Jóannes Eidesgaard javnaðarfloksins vegna, Atla fyri fyri virki og áhaldandi stríð í fremstu røð, har grundstøðið altíð var okkara ynski um eitt vælvirkandi samfelag fyri allar føroyingar, uttan mun til fíggjarligar, sosialar, likamligar ella sálarligar fortreytir.
Fyri tingmanningina hjá javnaðarflokkinum, takkaði hann eisini Atla Dam fyri tær rásir hann hevur slóðað fyri tey, sum gingu ein part av leiðini saman við honum og fyri tey, sum aftaná koma.
Fyri seg sjálvan og konuna Anitu, takkaði hann Atla fyri gott vinalag, umsorgan og umhugsni.
?Trúgvur sum trøllið og í øllum lutum ein góður kammiratur
Jóannes Eidesgaard segði, at tá ið hann legði frá sær sum virkin politikari eftir 23 virkin árum - tey flestu sum løgmaður, var tað meðan alt landið lá í andaleypi og fíggjarligu óløgini skolaðu inn yvir okkum.
?Ta tíðina lógu lýsingaorðini ikki fremst á tungu, men nú, vit hava fótað okkum aftur, kunnu vit siga tað, sum ikki varð sagt tá:
Tað, han sipaði til, var at nevna nakrar eginleikar, sum Atli Dam hevði sum politikari.
? Hann var arbeiðssamur, gløggur, smidligur, semjusøkjandi, kraftmikil, álitisskapandi og víðskygdur.
? Men samstundis goymir hann meiri enn vanligt er, eisini mótsetningarnar.
Tí Atli Dam hevur eisini tyngd, men kortini er hann lítillátin, hann er framtúrandi, men eisini varin, hann er harður, men eisini bleytur, hann er snarsintur, men tó tolin og hann er kraftmikil, men eisini mildur, segði Jóannes Eidesgaard.