Tá HB eftir eitt fríspark fimm minuttir fyri hálvleik legði seg á odda 2-0, hóast B36 í einar 20 minuttir hevði havt bóltin mest og roynt at trýst, gav tað málskjúttanum gott mót til restina av dystinum.
– Eg fekk fatur í bóltinum, tá hann kom út frá aftur, og fekk sett hann í netið. Og tá vit tá komu upp á 2-0, trúði eg av álvara uppá, at vit fóru at vinna dystin. Eisini, hóast teir beinanvegin skoraðu til 2-1, segði Hendrik Rubeksen, ið var komin fram av vinstra bakki, tá Vagnur Mohr Mortensen skuldi skjóta fríspark.
At tað loysti seg at fara fram, staðfesti Hendrik, tá hann leitað framaftur gamla framherjatevið og trygt sendi bóltin í málið. Hóast útgangsstøði aftarlaga á vøllinum, var tað eisini hann, sum nakað inn í seinna hálvleik hevði tað einasta, ið minti um ein veruligan HB-kjans í restini av dystinum.