Einki er at ivast í, at vestmenningar eru fegnir um, at Áki Olsen eftir nøkur skaðaplágað ár tykist vera á veg aftur. Seinastu báðar dystirnar hevur hann gjørt nógv um seg, og soleiðis hevur hann verið viðvirkandi til, at VÍF hevur skrætt seg leyst í oddinum.
Leygardagin var tó um har gjørt, at sigurin varð tveittur burtur, og sjálvur ásannaði Áki eftir dystin, at hann helt at stigini vóru farin.
- Vit hava jú ein javnleik í skjáttuni, so ein afturat fáa vit als ikki brúkt til nakað. Og tá teir javnaðu, so helt eg altso, at teir høvdu tikið sær stig.
Men fimm sekund eru kanska nóg so leingi í hondbólti?
- Tað kunnu tey vera. Og í hesum førinum var tað so akkurát nokk.
- Men tað nertir framvegis ikki veruleikan, at vit eru um reppið at tveita alt burtur. Kanska byrja vit ov tíðliga at slappa av mentalt, og so er skjótt, at tað kann ganga galið.
Nú gjørdist tað so tú, so fekk ábyrgdina at skjóta seinasta brotskastið. Ivaðist tú onga løtu.
- Nei. Eg roknaði sjálvandi við, at eg skuldi skora. Nú skal eg ikki standa her og avdúka nakað loyndarmál, men eg havi sæð handan málmannin staðið, og eg ivaðist ikki í, at hann fór skeiva vegin, tá eg skeyt, var seinasta viðmerkingin, sum varð fylgd av einum speiskum smíli.