Vevmyndatól eru væl umtókt, og bæði privat og stovnar hava sett slík tól upp, sum kunnu varpa myndir mest sum beinleiðis út á internetið. Eitt av vevmyndatólunum vísir neyvan tað, sum ætlanin var, at tað skuldi vísa. Hetta vevmyndatólið á Vaglinum í Havn hevur antin flutt seg, ella er tað bara tað at trøini vaksa heilt út á internetið – tá tey nú ikki vaksa inn í himmalin.