Trý innlegg góvu trý mál

Fótbóltur - Jann Ingi Petersen sendi bóltin avstað við fullari ferð eftir lítlari løtu. Bólturin brast í tvørtræið. Annars setti føroyska landsliðið ongantíð skotska málverjan undir trýst, tá Skotland vann 3-0 á Føroyum. Trý innlegg vóru orsøkin til trý mál

Føroyska landsliðið, og føroyingar sum heild, tosa altíð um, at lands­liðið fær óheppin mál ímóti sær, og at verjuparturin skuldi verið meira ansin.
Øll mál í fótbólti verða helst skotin, tí verjuparturin ger mistøk.
Men í gjár skuldi føroyski verju­parturin av álvara at ansa betri eftir.
Øll málini, sum skotar fingu, var eftir innlegg úr føroysku vinstru síðu. Í brotsteiginum vóru før­oy­ingarnir lítið avgjørdir og góvu mót­støðumonnunum ov nógv pláss, og so var eingin trupulleiki hjá skotum at senda bóltin framvið Gunnari Nielsen.

Nógvar útskiftingar
Føroyska liðið var væl við fyrstu løt­una og legði bragdliga fyri. Um­framt frísparksroyndina hjá Jann Inga Petersen, var nógv veiggj í framrættaða føroyska spælinum.
Men tá Skotland kom á odda, gekk bara ein veg. Danny Wilson legði heimaliðið á odda, Erling Jacob­sen gjørdi sjálvmál, og Jamie Mackie skoraði til 3-0.
Skotland var við yvirlutan aftaná hvíldina, men dysturin var nógv merktur av nógvu út­skift­ingunum, sum venjararnir framdu í seinna hálvleiki.
Tórður Thomsen, Levi Hanssen, Christian Mouritsen, Pól Jóhannus Justinussen og Rógvi Poulsen vóru skiftir inn í seinna hálvleiki.
Føroyska liðið royndi at hóra undan sum frægast í seinna hálv­leiki, og tað eydnaðist so mikið, at Skotland fekk ikki fleiri mál.
Craig Levein, skotski lands­liðs­venjarin, er nøgdur við dystin og úrslitið móti føroyska landsliðnum í gjár.
Tað skrivar teamtalk.com.
– Úrslitið er umráðandi, tí vit vildu fremst av øllum vinna dystin. Eg eri serliga fegin um, at fleiri av yngru spælarunum stóðu seg væl, sigur Craig Levein.
Barry Bannan var helst mest eyðsýndur í gjár.
Darren Fletcher úr Manchester United, og liðformaður á skotska lands­liðnum, var fegin um avrikið hjá Bannan.


Skotland – Føroyar 3-0 (3-0)
Dómari: Paul van Boekel
1-0: Danny Wilson, 24.
2-0: Erling Jacobsen, sjálvmál, 30.
3-0: Jamie Mackie, 44.

Føroyar: Gunnar Nielsen (Tórður Thomsen) – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Erling Jacobsen – Bogi Løkin (Levi Hanssen), Daniel Udsen (Pól Jóhannus Justinussen), Jann Ingi Petersen (Christian Lamhauge Holst), Hjalgrím Elttør – Christian Lamhauge Holst (Rógvi Poulsen) – Jóan Símun Edmundsen