Nú klokkan 19 var fyrsta bríkslið í U21 landsdystinum millum Føroyar og Russland. Longu fyrrapartin vistu vit at siga, at føroyska manningin verður nógv øðrvísi, enn hon var tað ímóti Rumenia (0-4).
Seks nýggir menn eru á føroyska liðnum, og annar av venjarunum, Heðin Askham, sigur nú stutt undan dystarbyrjan við Rás2, at spælskipanin verður øðrvísi:
-Leygarkvøldið vóru tveir framrættaðir og ein verjukendur sentralur miðvallari. Í kvøld verða tveir verjukendir og ein framrættaður miðvallari. Vit rokna við, at hetta fer at bera við sær, at fyritreytirnar fyri fótbóltsspæli verða betri, enn tær vóru ímóti Rumenia.
Verjukendu sentralu føroysku miðvallararnir eru Kristoffur Jakobsen og Róaldur Jacobsen, og Christian Restorff Mouritsen er meiri álopskendur.
Føroyska liðið (4-2-3-1): Jóan Pauli Jakobsen ? Pætur T. Jørgensen, Rógvi Holm, Pól Jóhannes Justinussen, Erling Jacobsen ? Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen ? Jóhan Ellingsgaard, Christian Restorff Mouritsen, Jóan Símun Edmundsson ? Páll Klettskarð
Gult kort: Pól Jóhannes Justinussen 30.
Allan Black úr Norðurírlandi er dómari.