EB/STREYMUR-KÍ
Tað var bítandi kalt á Mølini á Eiði sunnudagin. Høgættarlotið upp á tvørs av vøllinum tóktist órógva ikki so lítið, og kanska var tað kuldin, sum var orsøk til, at talan ongantíð gjørdist um stórt fótbóltsupplivilsi. Spælið kom ongantíð upp í ferðina, sum tað kann roknast við í bestu deildini, og tað var rár hending, at gjøgnumbrot og vandamiklar atsóknir eydnaðust.
Tað lá í luftini, at um nakað mál fór at koma, so mundi tað fara at koma í sambandi við deyðbóltsstøðu. Í 2. hálvleiki hevði EB/Streymur tríggjar góðar frísparksstøður mitt fyri og ikki so langt úr brotsteigar markinum, men eydnan var ikki við Hans Paula Samuelsen, og kanska var tað kuldin, sum var orsøk til, at royndirnar viðhvørt fóru omanfyri og aðrar ferðir við síðuna av málinum.
Sigursmálið skoraði Hans Pauli Samuelsen, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Klaksvíkingar vóru á veg í álop, men tá ið roynt varð at senda í vinstra borð til Heðin á Lakjuni, kom vongverjin í høgru, Bárður Olsen, ímillum. Hann langaði langa diagonalsending, sum Sorin Anghel ikki rakk. Men tað gjørdi Hans Pauli Samuelsen, og í hesi støðuni var hann tryggur og setti fram við Karstini Joensen í KÍ málinum, og harvið varð tað.
Óhvassir
Heimaliðið hevði bólti meiri fyrsta korterið, tá ið sentralu miðvallararnir hjá teimum vunnu flestu nærdystirnar, og tað eydnaðist teimum onkra ferðina at spæla seg ígjøgnum. Klaksvíkingar høvdu ávísar trupulleikar í vinstra verjuborði, og besta møguleikan fekk EB/Streymur, tá ið Sorin Anghel úr stuttari fjarstøðu og mitt fyri málinum og púra leysur eftir innlegg úr høgru royndi við høvdinum at stýra bóltinum í kassan, men bólturin brast í handara stólpan og sprakk so í føvningin á KÍ málverjanum.
Gert Hansen hevði opnan møguleika eftir horna úr vinstru, men hann sendi við høvdinum skeivu megin stólpan.
Undanfarnu árini og serliga í fjør hevði EB/Streymur rættuliga stóra tyngd í fremstu røð. Álopsspælararnir, sum tá megnaðu nógv einsamallir, eru framvegis teir somu, men tyngdin og neyvleikin er ilt at fáa eyga á. Sorin Anghel, sum skoraði sigursmálið í Fuglafirði næstsíðsta sunnudag, megnaði ongantíð at slíta seg leysan av KÍ miðverjunum, og toppskjúttin í fjør, Sonni L. Petersen, sum higartil í ár bara hevur skorað í Klaksvík, var tað lítið at síggja til. Tá kendist tað kanska vandamiklari, tá ið Teitur Joensen kom inn og bjóðaði mótstøðumonnunum av.
Tá ið teir fremstu hjá EB/Streymi verða umrøddir, so eigur tað eisini við í myndina, at uppspælið av miðjuni gjørdi ikki uppgávuna hjá álopsmonnunum lættari. Sentrali miðvøllurin var mannaður við stríðsmonnum, og Marni Djurhuus og Knút Vesturtún stríddust sum fyri lívinum. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir vóru fyrstir á flestu returbóltunum, men teir løgdu ikki nógvar neyvar sendingar til liðfelagarnar í fremstu røð, og úr borðunum hava sendingarnar og uppspælið onkra ferðina verið meiri neyv, enn tey vóru hesa ferð.
Lættir
Í løtum høvdu klaksvíkingar betri tamarhald á bóltinum, enn mótstøðumenninir høvdu tað. Teir royndu at spæla og ikki sparka, men teir høvdu so at siga ikki orkuna, ferðina og neyvleikan, sum var neyðugur, um tað skuldi bera til at bróta ígjøgnum.
Hjalgrím Elttør arbeiddi nógv á mest framrættaða og sentrala miðvallarplássinum. Men tað tóktist sum um, at talan ikki í nóg stóran mun gjørdist um liðavrik, tá ið roynt varð at fara í álop. Tað gekk illa at fáa sendingarnar at liggja soleiðis, at nytta fekst burturúr ferðini hjá Heðini á Lakjuni og Arnhold Joensen, og treytirnar hjá Ova í fremsta plássinum vóru einki serligar.
Tað var so at siga bara í sambandi við hornasparksstøður, at tað kanska luktaði eitt sindur av KÍ málmøguleikum. Seinna partin av fyrra umfarinum fingu teir fleiri hornaspørk. Onkur stóðust av, at skotroyndir úti frá vórðu blokeraðar, og aðrar stóðust av, at innlegg úr borðunum, sum tað hesa løtuna vóru nøkur av, vórðu blokerað.
Í trimum førum var um reppið, at KÍ fekk bóltin inn um málstrikuna. Men tað fingu teir ikki. Tyngdin í álopspartinum var ikki nóg stór. Á síðsta triðinginum av vøllinum vóru gestirnir ov fáir, tá ið teir bjóðaðu til at fara í álop, og so fingu teir einki burturúr.
EB/Streymur vann trý kuldastig og harvið fyrsta heimasigurin, meðan klaksvíkingarnir á vøllinum og serliga teir trúføstu kring vøllin bara høvdu kuldan og einki stig við sær aftur til hús. Staðfestingin um Leirvíksfjørð var, at eftir fulla úrtøku í tveimum royndum var tað aftur EB/Streymur, sum fyri trimum vikum síðani vann 1-0 í Klakvík, ið togaði KÍ heilt niður aftur á jørðina og til ísakalda veruleikan.