Í Runavík er ein stórur lætti. NSÍ hevur vunnið sín fyrsta sigur í ár. Tað gjørdist veruleiki, tá NSÍ vann 1-0 á HB við einum máli, sum Klæmint A. Olsen skoraði tíðliga í dystinum við Løkin í Runavík.
Seint í fyrra hálvleiki gjørdust fyritreytirnar hjá NSÍ verri, tá Einar Tróndargjógv fekk reytt kort fyri eina minni hepna takling.
Málverjin hjá NSÍ, Símun Rógvi Hansen er sera fegin um hugburðin NSÍ vísti við 10 monnum ímóti 11. Hann heldur, at tað eydnaðist NSÍ-arnum at pakka seg væl saman og byrgja upp fyri einum stórum HB-trýsti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Símun Rógva Hansen, sum staðfestir, at talan er um ein sera týdningarmiklan sigur, tí NSÍ hevur ikki fingið ta byrjanina uppá kappingarárið, sum teir høvdu ætlað.