Ótrúligt sum pressan fokuserar

Manntal
Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, heldur tað verða ótrúligt, sum pressan fokuserar. Nú hevur mann fokuserað upp á at fáa hesar 300 næmingarnar inn í miðnámsskúla, og tann, sum heldur at mann bara ristir 20 milliónir úr ermuni, hann fer skeivur í býin, sigur Anfinn Kallsberg

Rógvi Nybo


- Tað er ótrúligt, sum pressan fokuserar. Nú hevur mann fokuserað upp á at fáa 300 næmingar inn á miðnámsskúlarnar. Kravið var tó, at tað skuldi verða útreiðsluneutralt. Hetta er ein eykajáttan, sum ikki eru útreiðsluneutral, og hon var, eins og allar hinar umbønirnar, sum ikki vóru útreiðsluneutralar, strikaðar yvir ein kamb. Tað sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, tá vit spyrja hann um milliónina, sum verkætlanin Manntal ikki fekk í eykajáttan, og sum nú er í vanda fyri at kollsigla verkætlanina.

-Handa eykajáttanin, sum tú tosar um, skuldi brúkast til eina prøvateljing. Og er tað ikki ráð at hava hana í ár, so má tað bíða, staðfestir Anfinn Kallsberg, og leggur afturat, at talan er ikki um eina niðurprioritering.

- Man átti at havt biðið um hasar pengarnar beinanvegin, tá fíggjarlógin varð gjørd, tí so var ikki neyðugt at koma afturumaftur at biðja um meira. Vit hava eitt hall á fíggjarlógini upp á omanfyri 700 milliónir krónur, og um vit bara játtaðu allar eykajáttanirnar, so fór hallið upp um 800 milliónir krónur. Og tann, sum trýr, at tú bara ristir 20 milliónir krónur úr ermuni í hesunm døgum, hann er farin skeivur í býin, staðfestir Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.


[email protected]