Trý listafólk fáa nú løn í trý ár

Sostatt fáa tey umstøður at arbeiða við list burtur av

Mentanargrunnur landsins hevur nú gjørt av at geva trimum listafólkum løn fyri at geva teimum umstøður til at arbeiða við síni list burtur av. Tey trý eru Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, Rakel Helmsdal, rithøvundur og Silja Strøm, listamálari

Annars komu 22 umsóknir inn og endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum so at tey kunnu arbeiða við list burtur av í trý ár, og runt roknað, svarar listafólkalønin til eina læraraløn.

Grundgeving fyri at geva Gunnvá Zachariasen, løn, er, at seinastu mongu árini hevur hon arbeitt miðvíst og heilhugað við leiklistini. Gunnvá er best kendur sjónleikari, ið ber menniskjað við øllum sínum brigdum og fjølbroytni, fram á pall.

– Gunnvá hevur nakrar áhugaverdar og fjølbroyttar verkætlanir fyri framman, har hon bæði samstarvar við útlendsk leiklistafólk, og hon arbeiðir við at fyrireika eina leiklistastevnu.

Í nevndini sótu Kristina Sundar Hansen og Barbara Hentze í Stórustovu.

Grundgeving fyri at geva Rakel Helmsdal løn, er, at hon hevur fleiri ætlanir fyri framman, har fakliga og listarliga dygdin er høg - og veruleikakend.

Rakel er fyrst og fremst barna- og ungdómsrithøvundur, og á hesum øki verður hon neyvan tikin av nøkrum.

– Skal ein føroyskur rithøvundur, sum í høvuðsheitinum vendir sær til yngri lesarar hava listafólkalønina, er ilt at koma í tankar um nakran frægari, siga tey.

Í nevndini sótu Dorit Hansen og Jógvan Isaksen.

Grundgevingin fyri at geva Silju Strøm, løn, er at hon, frá heilt ungum árum, hevur víst sans fyri originalum kompositiónum, litum, og einum sterkum, persónligum og poetiskum myndamáli.

Hon gevur hyggjaranum eitt heilt serstakt upplivilsi har hon eisini ger málningalistina rúmari við at arbeiða í fleiri dimensiónum.

– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru serstøk og nýskapandi, sigur nevndin, har Inger Smærup Sørensen og Jóannes Gaard, hava sitið.