Trøllini vunnu Grand Prix

Hvør skuldi trúð tí? Fimm trøll ella ódjór, hvat teir nú eru, fóru avstað við sigrinum í Athen leygarkvøldið.
Finnland fekk ferð eftir ferð hægsta stigatalið, og tá stigateljingin var hálvrunni, var úrslitið longu klárt.
292 stig  hægsta stigatal higartil í søguni hjá Grand Prixinum

100 milijónir hyggjarar úr øllum heiminum sótu leygarkvøldið frammanfyri sjónvarpinum og hugdu at teimum 23 framførðslunum í Melodi Grand Prix.
Nógv varð gitt og veddað áðrenn hvør mundi fara at vinna. Og nógv vóru sannførd um, at Grikkaland aftur fór at vinna í ár, meðan onnur roknaðu við, at vinnaramaskinan Carola fór at fara heim við sigrinum.
Men tey ´foru skeiv. Grikkaland kom á nígginda og Svøríki á fimta pláss. Eisini Russland, ið hevði eina sera spennandi framførðslu við einum fólki, sum kom úr pianoinum, mátti lúta fyri trøllunum úr Finnlandi.
Heili 44 stig vóru á muni millum nummar eitt Finnland og nummar tvey Russland.
 Hetta hava vit bíða eftir í 40 ár, segði ein glaður Mister Lordi á tíðindafundinum aftaná sigurin. Hann er tann einasti í bólkinum, sum kan tosa. Hinir hava maskir, ið gera, at teir ikki kunnu tosa.
Finnland hevur luttikið í kappingini í 40 av teimum 51 árunum, kappingin hevur verið, men er ongantíð fyrrenn nú komið millum tey fimm bestu. Besta úrslitið áðrenn hetta var eitt sættapláss í 1973 við sanginum »Tom, Tom, Tom«.
Rómurin var stórur í Finnlandi, og á barrum og diskotekum varð sigurin feiraður alla náttina.
Longu nú eru finsk bløð farin at spekulera í, hvar Grand Prix skal verða næsta ár. Vanliga er tað í teimum størstu býunum í landinum, og eru Helsingfors ella Åbo nokk staði,ð har kappast verður næsta ár.
Danmark á 18 plássi
Sidsel Ben Semmane, ið umboðaði Danmark, gekst tað ikki so væl hjá. Hon kom á 18. plássi við einans 26 atkvøðum. Eitt sindur órættvíst, eftirsum tann unga Sidsel hevði eina flotta framførslu. Einastu londini, sum góvu Danmark atkvøður vóru grannalondini, Svøríki, Finnland, Noreg, Estland og Ìsland. Hetta hevur við sær ,at Danmark ikki fer beinleiðis til finalu næsta ár, men má kappast í hálvfinaluni fyri at koma víðari til finaluna.
Noreg, sum hevði ein ógvuliga róligan sang, kom á 14. plássi og Svøríki kom sum nevnt á eitt fimta pláss. Carola var ikki nøgd við úrslitið, og vísti tað gjøgnum at ikki luttaka á veitsluni, ið var aftan á kappingina.
Vakur pallur
Sjálv kappingin var sera vælgjørd og pallurin var ómetaliga flottur. Serliga tá Bosnia&Herzegovina komu á pallin, varð víst, hvussu ómetaliga vakur hann gjørdist við stjórnuhimli, ið umringaði tey luttakandi.
Vertirnir, Maria og Sakis, sóðu út sum klipt úr sendingini »Will & Grace«. Maria skifti kjóla eini 5-10 ferðir. Summir sótu perfekt, aðrir vístu eitt sindur ov nógv. 30 miljonir krónir segði svenski sjónvarpsmaðurin, at allir hennara kjólar skuldu haft kostað.
Ballið yvirstaðið
Nú er so yvirstaðið fyri í ár. Næsta ár hopa vit at hetta rák við ódjóradraktum ikki skal fáa festi, og at vit síggja andlitini á teimum, sum syngja og vinna.

1 Finland 292

2 Rusland 248

3 Bosnia&Herz. 229

4 Rumenia 172

5 Svøríki 170

6 Litauia 162

7 Ukraina145

8 Armenia 129

9 Grikkaland 128

10 Írland 93

11 Turkíði 91

12 Makedonia 56

13 Kroatia 56

14 Noreg 36

15 Týskland 36

16 Lettland 30

17 Sveis 30

18 Danmark 26

19 Bretland 25

20 Moldavia 22

21 Spania 18

22 Frankaríki 5

23 Ísrael 4

24 Malta 1