Átrúnaður stingur djypri enn politikkur

Í kvøld er seinasti partur av sendingini Gud Signi Føroyar

Hetta er brot úr samrøðu við Heina í Skorini, sum varð prentað í Sosialinum í sambandi við fyrsta partin í sendirøðini Gud Signi Føroyar. Nú er seinasti partur í kvøld eftir Dag&Viku 

 

- Eg vóni, at hesar sendingarnar kunnu kvalifiserað kjakið og somuleiðis flyta okkum inn í eitt tíðarskeið, har miðlarnir viðgera átrúnað eins og til dømis politikk. Kirkjur og samkomur mugu eisini koma har til, at tær tola kritikk, og síggja, at tær ikki eru frítiknar fyri kritiska viðgerð frá miðlunum og frá fólki sum heild, sigur Heini í Skorini, oddamaður fyri sendirøðina Gud signi Føroyar.

 



 

Átrúnaður stingur djypri 

Hóast hann hevur verið at sæð á skíggjanum fleiri hóskvøld seinastu mánaðirnar, so arbeiðir Heini í Skorini arbeiðir longur í Kringvarpinum. Hann starvast í dag sum adjunktur í søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur ph.d.-prógv í altjóða politikki og í vár í fjør vardi hann sína ph.d.-ritgerð í altjóða politikki, og ritgerðin snúði seg um samanstoytin ímillum átrúnað øðrumegin og talufrælsið hinumegin.

 

 

 

Tí hevur hann arbeitt á ymiskan hátt við evninum ”átrúnaður” og hevur ein stóran áhuga fyri, hvussu hetta virkar í mun til aðrar tættir í samfeløgum. 

 

 

Tá hann er spurdur um, hvør orsøkin er til, at fólk til tíðir hava trupult við at vera atfinningarsom ella góðtaka atfinningar móti samkomum ella kirkjuni sigur hann, at tað er trupult at siga. Men Heini í Skorini fangar seg kortini í, at fleiri ferðir hava hugsað eina møguliga orsøk seinastu mánaðirnar. 

 

 

 

- Tað er eyðsæð, at flest okkara duga betri at taka móti atfinningum, tá ið tað snýr seg um okkara politisku hugsanir. Kanska er orsøkin, at tað kennist ikki so øgiliga áleypandi at siga við ein sambandsmann, at man vil hava loysning til dømis, og tí er ósamdur við hansara hugsanum, sigur Heini í Skorini.



- Men tá ið umræður okkara átrúnað, so er tað øgiliga áleypandi, um onkur sigur, at tey halda tín trúgv er skeiv, sigur Heini í Skorini. Hví tað eina kennist tyngri enn hitt er trupult at meta um, men kanska er orsøkin, at átrúnaður stingur djypri. 

 

 

 

- Eg havi hugsað nakrar ferðir, at kanska er tað tí, at átrúnaður stingur djypri og er ein meira persónligur, intimur partur av samleikanum hjá okkum, meðan politikkur er meira yvirfladiskur, hóast tey ivaleyst eru summi, sum síggja politikk sum átrúnað, sigur Heini í Skorini.



Hann vísir á, at í hesari tilgongdini hevur hann upplivað ein tendens, sum gongur aftur og aftur, og sum onkursvegna yvirraskar. 

- Tey fólkini, sum eru atfinningarsom móti samkomum ella kirkjuni venda ikki trúnni bakið orsaka av tí. Tey síggja enn seg sjálvi sum trúgvandi, men bara ikki upp á tann mátan, sum til dømis ein ávís samkoma vil. Tí er teirra uppgerð við eina samkomu ikki ein uppgerð við sjálva trúnna, sigur Heini í Skorini.