Náttúran í glasi og heimablandaðum litum eyðkenna fyrstu stakframsýningina hjá Trónda Patursson á Bryggjuni í Keypmannahavn
Leygardagin letur upp fyrsta stakframsýningin við list hjá Trónda Patursson á Bryggjuni í Keypmannahavn.
Framsýningin savnar seg serliga um nýggjastu glas- og málningalistina hjá listamanninum, har eyðkendu bláu, gulu, grønu og svørtu litirnir ganga aftur.
Eisini á hesi framsýningin snara myndevnini hjá Trónda Patursson seg kring náttúruna ? ikki sum ein roynd at eftirlíkna, men heldur sum spontanar, abstraherandi tulkingar, ið onkur hevur kallað føroysk action-painting.
Litirnir eru teir eyðkendu, heimablandaðu tempuralitirnir, oftast sterkt bláir, gulir og grønir, ið altíð spæla saman við og kring um svartar dýpdir. Sjálvur hevur listamaðurin kallað stílin eitt slag av nátturu-skrift.
Sum áskoðari kanst tú royna at avkota skriftina, sum ofta goymir gandakend menniskjaskap og umhvarvið av trøllsligum landsløgum, og harvið fáa eina kenslu av eini megi, ið vit ikki kunnu uppliva við vanligum viti og skili.
Framsýningin er at síggja fram til 31. august