Dávur Winther
Sat nú ein dagin so døsin og hugsaði um farnar dagar aftan fyri bilstýrið, um tá ið eg plagdi at rulla gjøgnum túnini í Vejle í egnum bili í lesrtartíðini fyri árum síðan. Brádliga stóð á einum ferðsluskelti »TRÓNDUR« við píli til vinstru.
Hvakk við Ájú, rætt er! Vitið rann við meg. Visti væl, at Tróndur Patursson hevur prýtt trapputornið inn til eitt parkeringshús í fleiri hæddum miðskeiðis í Vejle.
Snaraði bilinum til vinstru. Og har stóð húsið, vakurt og serskilt. Ein maður kom út úr húsinum, og eg slapp at spæla rættur ferðamaður: Hvat er hetta fyri eitt hús? Spurdi eg mannin. Hann greiddi errin frá, at ein maður úr Føroyum, sum æt Tróndur Patursson hevði gjørt glasprýðið til trapputornið.
Hann var tó keddur av at í so nógv herverk var gjørt á listaverkið í fyrstani, so fleiri av glasplátunum vóru brotnaðar. Men seinni varð tó komið eftir, at tað var konstruktiónin, sum hevði sett seg; ið var atvoldin til tær nógvu brotnu glaspláturnar.
Í viðtalu við Trónd greiðir hann frá, at nakað av togaríi hevur verið millum arbeiðstakarnar um, hvør skal taka ábyrgdina av hesum. Tó eru allir partar nú samdir um, hvussu skaddu glaspláturnar verða settar uppaftur.
Vejle-búgvar vóru ernir av stásiliga bilstøðlahúsinum. Tí vóru eisini fleiri skelti í býnum við navninum »Tróndur« á, sum úr øllum ættum vísti á serstaka og vakra húsið, sum eisini rúmaði fleiri hundrað bilum.
Glaspláturnar eru sprøklutar, litríkar og glaðar. Tann eyðkendi blái liturin hjá Tróndi hevur yvirvág og skapar ein myndugan portal til eitt ikki heilt vanligt parkeringshús. Húsið gerst serstakt við hesum sjálvsama skrúð. Glastornið endurspeglar eisini grannalagið, men gevur tí ein sjálvsaman búna og litspæl, sum er krúnan á listaverkinum og bygningsverkinum annars. Eitt sjálvsamt hús, sum sanniliga er vert eina vitjan.
Tess vegna kann eisini verða sagt, at Tróndur Patursson hevur sett sær tveir varðar í Vejle ein, sum er listarverkið sjálvt. Hin er parkeringshúsið, ið er uppkallað eftir Tróndi við hópin av skeltum við »Tróndur« á í býnum, sum peika á frágera listaverkið.
Húsið varð tikið í nýtslu á heysti 2005.
Tillukku við tí!