Tróndur Enni - ein fjøltáttaður tónleikari

Hann hevur verið trummusláari í "Star Fire" og bassistur í "Wild Child". Hann spælir nú millum annað í bólkinum "Strange Fruit" og er annars útbúgvin klassiskur trompetspælari. Annika B. Mortensen hittir evnaríka tónleikaran í komandi heimi hansara.

Annika B. Mortensen
???????????


Á Tvørabakka er eitt øki sum er beista fløkjasligt at finna runt í, har eru nógvar smáar smáttur, urtagarðar, blindir vegir og portur. Mitt í hesum hugnaliga umhvørvinum standa nýliga keyptu húsini hjá Trónda Enni. Eftir at hava klivið um stakitt og gingið á runutum gøtum, í mínum fínu høghælaðu skóm, komi eg inn í ein lítlan urtagarð og har stendur lítli beiggi Trónda, Brandur Enni, og stáplar timbur.
Eg fari inn, Tróndur gevst við at stákast og vit sessast við eitt lítið borð, í hølinum sum skal verða stova. Hann bjóðar kaffimunn úr eini varmafløsku og pakkar heimabakaðar smákøkur upp. Tróndur, sum er 25 ára gamal, er uppvaksin á Tvørabakka og hevur tvey syskin Bergljót og Brand. Bæði foreldur hansara, Ninni og Helgi, hava spælt í Tvøroyrar Hornorkestri og Tróndur var einans lítil smádrongur tá hann byrjaði at spæla kornett.
? Eg byrjaði at spæla horn tá eg var 6 ár, men gavst longu tá eg var 9 ára gamal. Tá kom ein nýggjur tónleikalærari ið ikki gav mær íblástur. Hon var ógvuliga strong og hvassorðað, eg minnist hon kallaði meg "en djævle tisunge".
Tróndur hevur spælt gittara so leingi hann minnist og byrjaði at spæla trummur í orkestrinum "Star Fire" 9 ára gamal, tá hann júst var givin við kornettini. Seinni, tá ein annar tónleikalærari kom á Tvøroyri, fór hann tó aftur til horntónleikin.
Eftir at hava starvast eina tíð á Tvøroyrar Flakavirki, eftir 10. flokk, fór Tróndur til Noregs á ein brass háskúla á Radoy í eitt ár. Ætlanin var síðani at fara í timburlæru á Tvøroyri, men hetta bleiv av ongum.
? Eg kom heim úr Noregi og hevði fingið læripláss, men so fór eg á hornorkestur stevnu í Havn. Har vóru nakrir tónleikarar frá Tónlistaskúlanum í Reykjavík. Eg fekk møguleikan at spæla fyri einum av tónleikarunum og slapp inn á fyrireikingarskúlan til Tónlistaskúlan.
Eingin ivi er um at Tróndur er dugnaligur handverkari. Hann hevur sjálvur gjørt nógvar av umvælingunum í húsunum á Tvørabakka, men eitt lív uttan tónleik kann hann slettis ikki ímynda sær, sigur hann.
Tróndur fór til Íslands. Hann var eitt ár á fyrireikingarskúlanum og eftir 4 ár á Tónlistaskúlanum í Reykjavík varð hann útbúgvin sum klassiskur tónleikalærari. Endaliga royndin var ein konsert, og Tróndur minnist seinasta dagin á Tónlistaskúlanum sum var tað í gjár.
? Eg skuldi venja við Hrefnu klokkan 13. Hrefna er gift við Kjartani Oskarssyni, sum er leiðari á pedagog deildini á Tónlistaskúlanum. Eg vaknaði tann dagin, lív var úti á gøtuni og eg sá at klokkan var fimm. Panikkur kom í meg, eg avgjørdi síðani í skundi at ringja til Hrefnu. Tað var Kjartan sum tók telefonina. Eg spurdi eftir Hrefnu. Hann spurdi um eg visti hvat klokkan var. Eg segði ja, hon er fimm. Kjartan fortaldi mær, at man ikki ringir til fólk klokkan fimm um náttina og síðani legði hann rørið á.
Flennandi játtar Tróndur at hann onkuntíð hevur lyndi til at verða hugfjarur og sum burturi í aðrari verð.
Tróndur varð liðugur í Íslandi síðsta summar og fekk bjóða arbeiðið bæði í Klaksvík og á Tvøroyri. Hann valdi starvið á musikkskúlanum á Tvøroyri. Har undirvísir hann 9. og 10. flokk og hevur samstundis einstakir næmingar. Hann greiðir frá hvussu stuttligt tað er at kveikja hugin hjá ungum fyri tónleiki.
? Tá eg byrjaði sum lærari hjá 9.flokki var eingin áhugi fyri tónleiki teirra millum yvirhøvur. Eg haldi tað var tí at eingin hevði presentera tónleik fyri teimum áðrenn eg kom. Nú hava vit eitt heilt orkestur í flokkinum. Støðið er ikki tað hægsta, men tað verður spælt gittar, bass, trummur, klaver og keyboard.
Tróndur greiður frá at hann hevur lært seg sjálvan at spæla øll ljóðførini, og at hetta stavar frá royndum hansara í ymiskum orkestrum. Millum annað spældi hann bass í bólkinum "Wild Child", men hann er ikki serstakliga errin av fløguútgávuni hjá "Wild Child".
? Eg skrivaði okkurt av løgunum á fløguútgávuni, men eg haldi at fløgan er rættliga bygdaslig og ljóðgóðskan er ikki góð. Tað ljóðar eins og Poul Arni Holm, forsangarin, stendur í eini trappugongd og syngur.
Bólkurin "Wild Child" hevði seinastu framførslu á Ólavsøkukonsertini fyri fimm árum síðani.
Í dag spælur Tróndur annars í trimum orkestrum. Í "Strange Fruit" sum er eitt rættliga nýtt orkestur sum kortini longu hevur haft onkra framførslu í Íslandi, Í eini kvintett á Tvøroyri og so er hann eisini leiðari í Tvøroyrar Hornorkestri.
Á Tónlistaskúlanum í Reykjavík valdi Tróndur at taka ta klassisku linjuna, men hann er eisini áhugaður í rytmiskum tónleiki og ætlar sær í framtíðini at læra meira um tað rytmiska.
? Sjálvt um eg nú eigi hús á Tvøroyri ætli eg at fara uttanlands at taka onkur skeið í rytmiskum tónleiki. Eg veit ikki um eg verði búgvandi á Tvøroyr - her hendir ikki so nógv og um ein hugsar um tónleik so eru tiltøkini ikki mong. Orkestur spæla bara umleið tvær ferðir um mánaðin, tá hugsi eg ikki um konsertir, men um dans við live tónleiki. Skarin av "áhoyrarum" kemur sjálvdan yvir 200.
Tróndur leggur afturat at tað besta hevði verið at haft eini hús í Havnini og eini í Suðuroy, tí so kundi man bara komi suður at slappa av.
Síðani Tróndur kom aftur til Føroya hevur hann búð inni hjá foreldrunum, men nú er við at verða klárt at flyta inn. Hann væntar at verða liðugur við umvælingarnar um eina góða viku, nú skal bara málast. Áðrenn eg farið avstað vísir Tróndur mær runt. Hann greiðir frá hvat skal vera hvar, og hvar hann hevur ljóðisolerað fyri ikki at órógva grannarnar. Eingin ivi er um at Tróndur gleðir seg til at seta fót undir egið borð. Áðrenn eg sleppi Trónda skal eg hava eina mynd. Hann tekur ein gittara og setur seg at spæla eitt lag hjá bólkinum "Crowded House".
Úti í túninum putlast lítli beiggin, Brandur, enn við okkurt. Eg beri ikki eyga við hann, men hoyri at hann er aftan fyri hjallin. Eg síggi at ein gøta gongur líka frá urtagarðinum hjá Trónda og oman á niðaraveg - hesa ferðina fari eg tískil ikki klúgvandi í teimum høghælaðu niðan á ovaraveg.