Góða samkoma!
”Sjái Guð hluta minn”. Soleiðis stendur skrivað yvir inngongdini í 1929-skúlanum við Gøtugjógv. Undir hesum orðum Tróndar úr Føroyingasøgu hava gøtufólk, ætt eftir ætt, nomið lærdóm og borið søgu, inn og út um skúlagátt. ”Sær hann til mín lut at varða”, soleiðis hevur Mikkjal á Ryggi týtt fornu orð Tróndar í Sálmabókini.
Samantvunnin við lærdómi, er tað søgan, ið ber okkara samleika, so vit kunnu seta lutin longur fram á leið.
Sum flestu kunnugt, er Føroyingasøga ikki í sær sjálvari ein heilskapað frásøgn, men ein heild, sett saman øldir seinni av brotum úr fornsøgum. Føroya Søga varð skrivað í fyrru helvt av 13. øld, og søgurnar um Sigmund og Trónd snúgva seg um tilburðir, ið fóru fram 200 - 300 ár frammanundan.
Eitt høvuðsevni í hesum verki er tvídrátturin millum kristna og undankristna mentan. Eitt stríð, sum eisini verður heft at spurninginum um, hvørt Føroyar skuldu vera leysar av útlendskum valdi, ella vera knýttar at Noregs krúnu, sum skattland.
Mótpolar í hesum tvídrátti eru Sigmundur Brestisson, umboðandi kristindómin og norska sambandið, og Tróndur í Gøtu, ið umboðar høvdingaligt sjálvbjargni, og sum treyðugt vil ganga undir Sigmundar kristnifatan.
Men Føroya søga varð skrivað av kristnum fólki í kristnari mentan. Tí varð Sigmundur sjálvsagda hetjan, sum kristniboðarin og vinur hjá Noregs kongi, meðan Tróndur, fríður í ásjón, reyðhærdur og frøknutur varð settur í døkt ljós og lýstur, sum óálítandi og grundarringur.
Sum frá líður, er tað tó júst hesin seinni, Tróndur, ið hevur vunnið sær alsamt rúmari pláss í hugaheimi føroyinga. Ikki bara er hann klókur og snildur, dugnaligur taktikari og góður vinmaður. Nei, hann er eisini maður, hvørs megi ber um deyðans gátt, eins og hjá Óðini ella Gandálvi í Ringanna Harra. Tróndur er, við øðrum orðum, gandakallur.
Men hann er meira enn tað.
Hjá honum stendur fyrsti skúli í Føroya søgu. Brúka vit nútíðar málburð, kunnu vit siga, at Tróndur er okkara fyrsti mentamálaráðharri.
Hvørjir søguligir persónar krógva seg aftan fyri hugmyndirnar í Føroyingasøgu, vita vit í dag lítið ella kanska einki um. Vit eiga, fyri ein part í hvussu er, at síggja hesar hugmyndir, sum skalda-spuna og skaldaverk. Men skaldanna hugmyndir spretta ongantíð úr leysum lofti. Tær næla tvørturímóti úr einum jørðildi og daga á einum baksýni. Og kanska er Tróndur í Gøtu dømi um persón, sum verður til í landi við mongum oyggjum, firðum og sundum, við klandri og stríði um vald, jørð, átrúna og ávirkan, við mongum høvuðkambum, illveðri og logn, hørðum streymi, íðum, broddi og glaðustrokum.
Ein slíkur maður eigur at duga at skyna á veðri og vindi, vara seg fyri ikki at fara ov langt til havs, duga at lofta løtuni og ikki liggja sjóvarfallið av sær. Og um hann ikki dugir gand, so dugir hann kanska at fáa fólk at halda, at hann dugir meira enn at mata seg. Og er hann ikki altíð líka heiðurligur, so er tað kanska av teirri grund, at hann – so tvørlig sum viðurskiftini eru – ikki altíð kann loyva sær tað.
Ein slíkur maður var Tróndur í Gøtu. Hann tykist, sum persónur ella typa, at vera skyldur við menn, sum Guttorm í Múla og Sverra kong.
Í tí tiltikna bardaganum við Fimreite í 1184 vann føroyingurin Sverri á Magnusi Erlingssyni - hóast Sverri hevði ein væl minni flota enn Magnus. Munurin var, at Magnusar skip vóru bundin saman, meðan Sverri læt síni skip vera leys, so lættari var at snúgva sær, og tey komu skjótari fram, har brúk var fyri teimum. Staddur í eini veikari støðu, brúkti Sverri snildi – og vann. Tróndur í Gøtu hevði ivaleyst gjørt tað sama.
Kæru áhoyrarar!
Okkara smáu oyggjar hava upp ígjøgnum tíðirnar verið ein politisk og búskaparlig eind, sum skiftandi máttir hava viljað havt valdið á – Noreg, Danmark og tann katólska kirkjan.
Í 20. øld hevur tað eydnast okkum at koma ígjøgnum tveir heimsbardagar, har stórveldini stríddust um ræðið á Atlantshavinum. Í nýggjari tíð, og kanska serstakliga aftan á 1989, tá ið Múrurin fall, eru okkara objektivu kringumstøður kanska vorðnar uppaftur ótryggari og torførari at kenna seg aftur í og lofta sær í. Eyðkendar, sum tær eru av bardøgum burturi í heimi, búskaparligum kastivindum, sterkum og ikki sjáldan óblíðum búskaparfelagsskapum, rávøru og tilfeingi, sum brádliga kann svíkja – umframt nú í seinastuni bráðari og ógvusligari dýrtíð. Í slíkum føri er brúk fyri gávuríkum fólki. Einum renna í huga orðini hjá Fríðriki Petersen:
Gev teimum Tróndar skarpa vit,
men Sigmunds bjarta hjartalit.
Gev teimum tolgóða, sterka sál,
gev teimum Sverris vilja sum stál.
Víst hava vit brúk fyri Sigmundar bjarta hjartaliti. Men sum ongantíð fyrr hava vit brúk fyri skarpa viti Tróndar. Tað er tí í tøkum tíma, at minnisvarði verður reistur føroyinginum og gøtumanninum Tróndi í Gøtu.
Við hesum Tróndardøgum skriva vit enn eitt kapitul um Trónd. Tað er mín vón, at vit við hesum kapitli fortelja um eitt fólk, sum varir og lærir av søguni og í henni sær vísdóm. Tí eitt fólk, ið ikki lærir av søguni, er dømt at elta fortíðar misslóðir.
Tað skal vera mín vón, at minnið um henda mann, skúlamannin, klóka telvaran og Føroya helst fyrsta intellektuella, fer at styrkja okkum í stríðnum at sigla nútíðar eins og framtíðar krøppu og lúnsku íður um Mjóvanes og úti á heimsins høvum, har landsins synir sigla.
Við ynski um at vit við støði í hesum minni varða av okkara dýrabara náttúrutilfeingi, at vit menna okkara útbúgving, at vit víðka okkara verðsliga banka við nýggjum hugskotsfæi, og at vit í framhaldandi samljóði skapa framburð og vælferð – skal hiðani við Tróndargrund við Gøtuvík, mín heilsan vera egnu orð Tróndar:
Givnir eru einglar góðir
ganga ei eg eina má,
ferðum mínum fylgja fróir
fagrir einglar Guði frá;
biði bøn eg, fyri Krist
bera mína bøn teir vist;
syngi sálm eg Guð at æra,
sær hann til mín lut at vara.
Takk fyri lutin!
Jóannes Eidesgaard
løgmaður