-Beint eftir summarfrítíðina í fjør var eg sum borgmeistari boðin á fund í Glyvrahanusarhúsi av einum sokallaðum Tróndarbólki, har eittans mál var á skránni, og tað var at reisa standmynd av Gøtutróndi.
Tá eg fór til tann fundin, hevði eg ikki kunnað ímyndað mær, at eg í dag, minni enn eitt ár seinni, standi her og skal bera fram nøkur orð, nú standmyndin er veruleiki og sjón gongur fyri søgn.
Tí fari eg fyrst og fremst at bera eina tøkk til tykkum øll, sum hava gjørt tykkara til, at alt hettar er komið í lag. Tøkkin er fyrst og fremst vend til Tróndarbólkin, sum hevur verið ein sonn drívmegi so, og øllum tykkum, sum peningaliga hava gjørt tiltakið møguligt.
Tøkk eiga tit eisini uppiborna, ið hava lagt stórt arbeiðið í upp á so stutta tíð at fáa økið rundan um standmyndina so vakurt. Her hugsi eg um urtagarðsfólk, flisaáleggjarar og ikki minst øll tey lokalu, sum hava verið heilt einastandandi, - bæði tit, ið dagliga starvast fyri kommununa og so tykkum, ið vit í kommununi við jøvnum millumbilum heita á um at hjálpa við ymiskum, og ikki at gloyma sokallaði “ungu í arbeiði”, sum hava verið sera íðin at gingið til handa við øllum møguligum. Tøkk skal listarmaðurin eisini hava fyri listarverkið og arkitekturin fyri sniðgeving av økinum kring hana. Tøkk fyri, øll somul.
Síðani eitt sindur um persónin Gøtutrónd og standmyndina. Hvør er Tróndur? Hvat stendur hann fyri? Hví reisa standmynd av honum? Spurningarnir kunnu vera so mangir og við hesari standmyndini vænti eg ikki, at spurningarnir fara at blíva færri ella svarini einfaldari, heldur tvørturímóti.
Vit menniskju hava lyndi til at skriva søguna soleiðis, sum vit fegin viÌja hava hana at síggja út. Hyggja vit nærri at tí, ið er skrivað og yrkt um Trónd, so eru lýsingarnar av honum sera ymiskar, og skal eg her taka nøkur fá dømi:
Føroyingasøga sigur um Trónd:
“Tróndur var stórur maður av vøkstri, reyðhærdur, reyðskeggjutur, frøknutur, grefligur í ásjón, myrkur í skapi, altíð ráðsnarur og sniðfundigur, illførur og meinskur við smámenn, men fagurlátin við tann meira menta og altíð við svikagerð í kvittanum.”
Ein ikki serliga jalig lýsing av manninum, mugu vit ásanna.
Jóannes Patursson, tekur soleiðis til í eini yrking:
"tá ið Tróndur várt skjaldarmerki bar"
Her er áherðsla løgd á eina føroyska stórtíð, áðrenn fremmant kongsvald legði landið undir seg.
Fríðrikkur Petersen tekur í yrkingini: ”Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær” soleiðis til í einum ørindi:
Gev teimum Tróndar skarpa vit,
men Sigmunds bjarta hjartalit.
Tað er so vakurt, so vakurt í Føroyum at búgva
Her dagar sostatt fram tann mynd, ið seinni gjørdist gjørdist alt meira ráðandi: Tróndur sum tann vitugi og skilagóði, ið roynir at steðga tí framtøkna Sigmundi.
Rasmus Effersøe setur í yrkingini "Førings merki" Trónd fram sum fyrimynd vinnuligari stremban.
Fyrr føroyskir bøndur
sum ráðsnari Tróndur
við handahógv
út sigldu við farmi
og dirvi í barmi
um allan sjógv,
tó tíðin nógv stimbur úr føroyingum dró
- still farmaskútan í neysti stóð.
Og Janus Djurhuus yrkir:
Fjallfríðu Føroyar,
ramasta rúnin
ritað av gudum
um einstakra rætt!
Trygdareið Tróndur
hann treystligt at verja
svór síni ætt.
Tað er tann sterka individualisman, ið Janus setur fram sum fyrimynd, rætturin hjá tí einstaka mótvegis fjøldini. Tað er henda rætt, Janus her letur Trónd verja. Man kundi kanska sagt: humanisma heldur enn Jantulóg.
Frá at vera verji av heiðinskapinum, er Tróndur endaður í føroysku sálmabókini - og tað má vera lagnunnar speisemi - at "heidningurin" Tróndur hevur sálm við í føroysku sálmabókini, nevniliga kredduna, "Givnir eru einglar góðir", sum vit ungu í áðni.
Taka vit saman um hesar lýsingar, so spennir fatanin og nýtslan av Gøtutróndi víða.
Frá at vera óndsinnaður, ráðaríkur og lúmskur til at vera umhugsin og vitugur.
Frá at vera sjálvsøkin til at virða rættin hjá tí einstaka til ikki blint at fylgja fjøldini.
Frá at verja heiðinskapin til at verða ein djúphugsin kristin.
Harumframt koma so eisini tulkingin av honum sum umboðandi sjálvræði, sjálvstýri, sjálvbjargni og verandi vinnuni at frama.
Og onki er av ivast í, at ymiskar fatanir av Gøtutróndi fara at halda fram, og tað er júst tað, ið ger Trónd forvitnisligan og livandi, - at allarflestu føroyingar hava onkra meining um mannin. Hann hevur verið og fer at vera ein partur av samleikanum hjá føroyingum, kanska serliga hjá okkum her í Gøtu.
Og uttan at hava tað heilt stóru vitanina innan list, so haldi eg, at standmyndin her fer at birta upp undir víðari kjak millum manna um henda sermerkta og duldarfulla Trónd. Fer at arga, kveikja og elva til framhaldandi spurningar? Hvør er hann? Hvat stendur hann fyri? Hví stendur hann soleiðis? Hvat merkja ringarnir á grasvøllinum? Og so framvegis.
Júst við at seta spurningar, undrast og kjakast, kunnu vit síggja okkum sjálvi og onnur í nýggjum ljósi, gerast tilvitaði, mennast og læra.
Og tað ivist eg onga løtu í, at søgan og ikki minst standmyndin av Gøtutróndi fer at elva til.
Tí fari eg her til seinast at ynskja bæði øllum gøtufólki og føroyingum øllum hjartaliga tillukku við standmyndini av Gøtutróndi.
Takk fyri.