Tróndur og Tim ríka heimin

Nú er hon aftur í bóka-sølunum - enn ein av teimum so áhugaverdu bókunum hjá írska rithøvundanum og ævintýraranum Tim Severin - og sum ikki einaferð, so er hon prýdd við mongu frálíku og livandi tekningunum hjá okkara egna Trónda Paturssyni.

Bókin ber heitið ?In search of Moby Dick, Quest for the White Whale?, og hon byggir m.a. søgurnar um Moby Dick og á hvalaveiðuferðir hjá teimum báðum saman við innføddum á eini lítlari oyggj har eysturi í Indonesia, nærhendis Timor.

Tróndur og sonurin Brandur vórðu fyrr í ár har eysturi í nærum tveir mánaðir, har teir búðu og arbeiddu saman við lokala fólkinum, hvørs livibreyð er spermhvalur, hávur og brugda. Sosialurin hevði fyrr í summar stóra frásøgn frá hesi ferðini.

Týsdagin klokkan 19.30 fer eingin mætari enn rithøvundin og ævintýrarin Tim Severin sjálvur at halda fyrilestur og vísa film frá ferðini. Hetta verður í Norðurlandahúsinum. Timmurin, sum Tróndur nevnir hann, hevur fingið alsk til Føroyar og vil fegin sjálvur sleppa at greiða føroyingum frá teimum ferðum hann hevur gjørt saman við listamanninum í Kirkjubø. Ætlanin er so eisini at vísa fram nakrar av teimum mongu tekningunum, sum Tróndur gjørdi á ferðini og sum eisini eru við í bókini.

Hvalaveiða við teimum innføddu í Indonesia var sjeynda ferðin, at listarmaðurin úr Kirkjubø samarbeiddi við írska rithøvundanum um útgávuna av eini ævintýrbók frá veruliga lívinum, sum tað var fyrr ella sum tað framvegis er tað í dag. Vit minnast øll ta fyrstu ferðina Tróndur og Tim vórðu saman á havinum. Hetta var tá siglt varð í kjalarvørri Brendans til Føroya, Ísland, Grønland og Kanada. Við tí ferðini og bókini vórðu lagdir lunnar undir ein vinskap og eitt professionelt samstarv millum tveir listarmenn, sum hevur borið stóran ávøkstur og hevur givið lesarum kring allan heimin stórt frægd og gleði.

So væl gekst í hond og so góðir blivu hesir báðir listamenn hvør við annan, at teir knýttu eitt samstarv fyri lívið. Og longu nú liggja einar seks bøkur eftir Tim Severin, við tekningunum hjá Trónda. Timmurin hevur eisini skrivað fleiri aðrar bøkur frá øðrum ferðum.

Tróndur sigur við Sosialin, at samstarvið teirra millum hevur verið av stórum týdningi fyri seg. Tí tað hevur givið sær møguleikan at menna teknikynstrið úti á havinum. Tú er noyddur til sjálvur at uppliva havið við tí góða og ringa fyri at kunna endurgeva náttúruna og tess lív í strikum.

Tað er eingin loyna, at Tróndur Patursson vekir ans, har hann vitjar og virkar - bæði við síni list og sínum menniskjansligu eginleikum. So var eisini í Indonesia. Tey innføddu fingu tokka til henda fremmanda, tó at tíðin var stutt. Hann livdi seg inn í teirra livihátt og hevði sum førning við sær hetta so ómetaliga góðsið, sum ber heitið virðing - virðing fyri øðrum fólkum og teirra siðum.

Onkur hevur latið orð falla um, at tað hevði ikki regnað í trý ár, tá Tróndur kom til lítlu indonesisku hvalabygdina. Júst henda dagin regnaði í fýra samfullar tímar. So onkur kundi halda, at hesin sjáldsami, fryntligi og fyrikomandi fremmandamaðurin við tí síða hárinum og skegginum mundi eiga sín lut í hesi kærkomnu gávu úr erva.