Tróndur um landsliðið

Tróndur Jensen setur orð á at vera á landsliðnum

Her setur Tróndur Jensen orð á at verða úttikin til A-landsliðið.

 

- Tað sjálvandi stórt, nú tá man ikki hevur gjørt annað enn at runnið eftir einum bólti alt sítt lív. Hetta er nakað heilt nýtt. Sjálvt um eg havi verið á øllum ungdómslandsliðunum, haldi eg ikki, at hetta kann samanberast við tað, tí at hetta er jú teir bestu av okkum øllum fótbóltsspælarum í landinum, sigur Tróndur Jensen, sum kom við, tá Róaldur Jakobsen úr B36 gav avboð.

 

- Sigi akkurát sum er, so havi eg slett ikki hugsað um A- landsliði. Men longu eftir 1. umfar hoyrdi eg sum slatur, at Lars Olsen hevði hugt eitt sindur eftir mær, so aftaná tað fóru sjálvandi onkrir tankar í gongd, greiðir fyrrverandi U21 landsliðsmiðvallarin frá.

 

- Størsta minnið eg havi sum fótbóltsspælari yvirhøvur, má vera mín fyrsti dystur við U-21 ímóti Týsklandi, har vit førdu 1-2, tá umleið eitt korter var eftir at spæla. Tað endaði við, at vit tapa 3-2, men blivu faktiskt klappaðir av vøllunum aftaná. Tað var ein góð kensla, og hana fært tú bara, tá tú spælir altjóða fótbólt móti heimsins bestu spælarum, sigur miðvallarin hjá HB.

 

- Dreymurin er at vinna móti onkrum av heimsins bestu liðum, har tú sjálvur sleppur at hava ein leiklut á vøllinum, sigur Tróndur Jensen at enda.