Tróndur Vatnhamar skift til arvafíggindan

Tað er hørð kapping um málmansvenjararnar í føroyskum fótbólti

Tróndur Vatnhamar, sum hevur verið málmansvenjari hjá HB seinnu árini, hevur nú skift til B36. Hann hevur fyrr spælt saman við bæði venjaranum hjá B36, Jákupi á Borg, og hjálparvenjaranum, Fróða Clementsen.

 

Bersøgni málmansvenjarin er eitt kent andlit í Føroyum, har hann umframt at hava verið málverji og málmansvenjari, eisini er vertur í Kringvarpinum til sendingar sum Koba&Vatnhamar og í vikuskiftissendingini í útvarpinum.

 

Tróndur Vatnhamar hevur sum spælari eisini umboðað bæði HB og B36. Hann er ikki einasti málmansvenjarin, sum hevur skift undan komandi kappingarárið. Tað hevur kendi viðhaldsmaðurin hjá Víkingi, Rúni Klein Joensen, eisini gjørt. Hann verður komandi ár málmansvenjari hjá NSÍ.