Fiskivinna
Tað er ikki smávegis, sum útróðrarbátarnir á Sandi hava fingið nógvan fisk í seinastuni, tá ið roynandi hevur verið.
Mikudagin hevði Antares heili 14.000 pund, og dagin fyri høvdu teir 12.000 pund.
Tann fyrra dagin settu teir 42 stampar; so hetta er rættiligur útróður. Vit hava ikki frætt, hvussu nógvar stampar teir høvdu mikudagin.
- Tað hevur viðrað illa, men tá ið roynandi er, hevur útróðurin verið ógvuliga góður, siga tey á Sandi.
Lagt verður aftrat, at bátar javnan hava fingið upp ímóti 300 pundum á stampin.
- Umleið tveir triðingar av veiðini er gráur fiskur; restin er hýsa. Fiskurin er misjavnur til dygdar, men væl nýtiligur í framleiðsluni.
Eysturbúgvin fullur
Mikudagin landaði trolarin, Eysturbúgvin á Sandi; teir vóru fullir undir lúkurnar. Veiðan var smáttfallandi upsi.
Á Sandi vænta tey partrolararnar, Skansatanga og Research, í dag ella mánadagin.
Bæði á Sandi og í Skopun hevur nógv fiskaarbeiði verið seinastu tíðina, verður
sagt úr oynni.