Útróðrarbátar á Sandi fáa nógvan fisk

Á Sandi vænta tey onkran av trolarunum tíðliga í vikuni

Útróður

Útróðrarbátarnir á Sandi, sum vanliga royna við línu hesa tíðina av árinum, fáa væl av fiski, tá ið roynandi er.
Á Sandoy Seafood siga tey, at onkur bátur hevur fingið heilt uppí eini 300 pund á stampin, tá ið tað hevur vignast best.
- Fleiri bátar royna við línu her suðuri, og sum heild lata teir væl at fiskiskapinum í løtuni.

Egningarmaskinu

Í heyst hevur útróðrarbáturin, Antares, fingið egningarmaskinu. Teir hava annars roynt við línu sum vanligt, har línan áður hevur verið egnd í landi. Nú eru einir 4 mans við bátinum. Teir eru úti nakrar dagar í senn og sum skilst, hevur fiskiskapurin bara verið góður.
Fiskurin, sum bátarnir fáa, er mest toskaskræða og hýsa.
- Toskurin er heldur rak og hýsan, sum annars vísir seg at vera betri fyri, er í staðin smáfallandi.

Vænta trolarar

Tá ið vit frættu av Sandi mánamorgunin, var fiskaarbeiði bæði á virkinum á Sandi og í Skopun. Á Sandi verður flakt og saltað, meðan tey skera flak og frysta í Skopun.
Á Sandi vænta tey onkran av trolarunum tíðliga í vikuni, men tá ið vit frættu, var ikki greitt, hvørjir bátar verða teir fyrstu, sum koma inn at landa.

Nokk at gera

Tá ið vit spurdu á Sandoy Seafood, hvussu heystið annars hevur vignast, lótu tey ikki illa at.
- Her hevur verið væl av fiskaarbeiði á báðum virkjunum tað mesta av heystinum.