Útróðrarfiskur skal kølast niður umborð

Matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fer nú at kanna, um hagreiðingin av útróðrarfiski fer fram sambært kunngerð, ið er ásett av Føroya Landsstýri og byggir á krøv hjá ES

Útróðrarfiskur

Eftirlitið við hagreiðingini av útróðrarfiski skal nú styrkjast.
Hetta hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt av.
- Matvørudeildin hjá okkum fer komandi tíðina at kanna, um hagreiðingin av útróðrarfiski er í samsvari við galdandi reglur. Eitt av krøvunum er, at útróðrarfiskur verður niðurkøldur umborð á bátinum - so hvørt, sigur Starvsstovan.
Víst verður á, at krøvini eru ásett av Føroya landsstýri í kunngerð og hava verið galdandi í mong ár.
- Hetta varð gjørt við heimild í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985. Kunngerðin byggir beinleiðis á ES-direktiv 92/48.

Bundið seg

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at Føroyar sambært avtalum við ES hava bundið seg til at fylgja hesum ásetingum.
- Vit eru tann almenni myndugleikin, sum í hesum sambandi skal veita keyparalondunum trygd fyri, at reglurnar verða fylgdar.
ES reglurnar staðfesta, at fiskur skal kølast niður móti markinum, har ísur smeltar.
- Vit fara bert í fyrstu atløgu krevja, at allur útróðarfiskur verður køldur niðurum 4º C umborð, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Betur nú

Mett verður, at møguleikin fyri einum munadyggum eftirliti nú er nógv betri enn áður, tí nú kunnu bert løggildaðar landingarmiðstøðir landa og taka ímóti ísfiski.
- Landingarmiðstøðirnar hava við løggildingini fingið nøkur rættindi og nakar skyldur. Soleiðis er álagt einstøku landingar-miðstøðini at fylgja við, um fiskurin, sum móttikin verður, er hagreiddur samsvarandi krøvunum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann gera nærri reglur fyri, hvussu landingarmiðstøðirnar fyrihalda seg til fisk, sum ikki lýkur ásettu krøvini.
- Vit fara nú miðvíst í gongd við hetta eftirlit, verður sagt á Matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.