Útróðrarbáturin Brandur, sum Janus Sørensen á Viðareiði eigur og rekur, er bygdur í Noregi í 1977, og báturin varð keyptur úr Fuglafirði fyri umleið 13 árum síðan.
Motorurin, sum er í útróðrarbátinum í løtuni, er ein 210 HK Mercedes. Motorurin er 19 ára gamal. Hann riggar, men er nú farin at eldast. Gearið verður tað sama sum í dag.
Janus Sørensen sigur, at teir í summar fara at seta ein Nanni Diesel á 330 HK í bátin. Tað er Andersens Beding á Strondum, ið letur motorin, sum Pomek í Klaksvík setir í.
Hann væntar, at arbeiðið fer at taka einar fýra vikur, men hetta tekur útróðrarmaðurin ikki so tungt, tí hesa tíðina av árinum plagar báturin at liggja kortini.