Tað hevur vakt eina ávísa undran, at línuskipini kunnu biðja nótaskip fiska makrelin, sum tey hava fingið tillutað, men at útróðrarflotin ikki hevur henda sama møguleika. Tað er tó ein rímiliga einføld orsøk til, at so er.
Í fjør summar varð støddaravmarkingin hjá línuflotanum tikin burtur úr kunngerð, og einki varð sett í staðin.
Tað var, meðan Jóhan Dahl var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at henda broyting fór fram, og tankin hevur ivaleyst verið, at tað er líka mikið, hvussu stórur ”kassin” í línuveiði er, tá tað kortini ikki ber til at draga meiri enn eitt ávíst tal av línum.
Roynir við dorg
Jacob Vestergaard, sum nú er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hugsað hevur ikki verið um møguleikarnar við makrelkvotuni hjá línuflotanum, tá støddaravmarkingin hjá línuskipum varð tikin burtur.
- Her varð heldur hugsað um frysting og ávísa framleiðslu umborð á línuskipum – og ikki um eina møguliga tilluting av makrelkvotu, sigur hann.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað í prinsippinum eigur at vera soleiðis, at tann bólkur, sum fær tillutað kvotu, eigur at gagnnýta kvotuna sjálvur.
Seinastu dagarnar hevur verið ført fram, at nótaflotin fer at fiska makrelkvotuna, sum línuskip hava fingið - aftur fyri eitt ávíst gjald.
Jacob Vestergaard veit tó at siga, at tað eru skip, sum nú gera royndir við at fiska kvotuna sjálvi.
- Eg havi soleiðis sæð filmsklipp, har eitt nú Ågot, sum annars er eitt kombinerað línu-og garnaskip, dyrgir eftir makreli, og har ein og ein makrelur kemur sprelllivandi inn um stokkin, leggur hann aftrat.
Gera sær royndir
Jacob Vestergaard sigur, at tey 3.000 tonsini, sum eitt nú eru tillutað útróðrarflotanum og garnaskipum í eini felagskvotu, skulu fiskast av teimum, sum hava fingið hesa kvotu.
- Hesir parturin av flotanum hevur sína støddaravmarking, og tí kunnu loyvini ikk flytast yvir á nótaskip, um tað annars hevði verið ynskiligt hjá báta-og skipaeigarum.
Landsstýrismaðurin vísir á, at norskir útróðrarmenn dyrgja eftir makreli, og hetta vísir seg at rigga væl.
- Teir veiða soleiðis nøkur túsund tons um árið við dorg, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri, at makrelur eisini verður veiddur við dorg í føroyskum sjógvi.
Jacob Vestergaard heldur, at tá makrelkvota nú er tillutað yvir allan fiskiflotan, er umráðandi, at vinnan ger sær sínar royndir at veiða kvotuna sjálv.
- Tekniskt eigur einki at vera til hindurs fyri, at bæði útróðrarfloti, garnaskip og línuskip veiða sína makrelkvotu sjálvi, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.