Útróðrarmenn og fiskimenn skulu fáa nógv betri sømdir

Her, í gamla Dávavirkinum, skal nýggja uppboðssølan hjá útróðrarmonnum halda til. Teir stúra ikki fyri at taka kappingina upp við Fiskamarknaðin, tí teir ætla at veita eina betri tænastu

Í næstu viku fáa bátar og skip ein møguleika afturat at sleppa av við fisk, tá ið tey skulu avreiða.

Tí nú ætla útróðrarmenn at taka kappingina upp við uppboðssøluna á Toftum.

Tað er langt síðani, at útróðrarmenn boðaðu frá, at teir ætlaðu at at seta eina nýggja uppboðssølu á stovn, tí teir vóru ónøgdir við umstøðurnar á Fiskamarknaðin á Toftum.

Og nú er tað loksins komið so langt, at ætlanin er at byrja í komandi viku.

Felagið Sjótorgið er stovnað til at hava og reka uppboðssøluna.

Nýggja uppboðssølan skal halda til í gamla Dávavirkinum í Klaksvík, sum er málað og gjørd í fínasta stand til endamálið.

Fríggjadagin kemur ein íslendingur til Føroyar at seta telefonvekslaran upp.

Hann fer av landinum aftur mánadagin og so er klárt at byrja.

Arbeiðsformaður í Klaksvík er Jákup Anthoniussen.


Bara ein deild -enn

Stjórin í Sjótorginum, Essa Petersen í Norðdepli sigur, at ætlanin er at hava bæði gólv- og telefon uppboðssølu.

Í fyrstu atløgu verður bara henda eina gólvsølan í Klaksvík, men sum frá líður erætlanin at seta fleiri deildir á stovn kring landið.

Fyribils hevur verið roynt at fáa samstarv við Sandoy Seafood um at teir kundi taka ímóti fiski fyri uppboðssøluna. Men enn er so langt ímillum partarnar í spurninginum um prís fyri samstarvið, at tað er ikki hugsingur um at stovna eina deild í sandoynni enn, sigur Essa Petersen.


Veita betri tænastu

Hann sigur, at teir stúra ikki fyri at taka kappingina upp við Fiskamarknaðin.

Hann er heldur ikki samdur í, at tað er váðaverk at stovna nýggja uppboðssølu, nú tað bara frættist um, at minni og minni fiskur verður seldur á uppboðssøluni, sum er.

? Vit hava arbeitt so bíligt, at vit klára okkum, hóast nøgdirnar ikki verða tær stóru, sigur Essa Petersen. Men hann vil ikki siga, hvussu stór íløgan er.

? Hetta er avgjørt rætta løtan at seta uppboðssølu á stovn. Feilurin við uppboðssøluni á Toftum er, at hon veitir ikki skipum og bátum nóg góða tænastu. Tað ætla vit at gera. Vit ætla at veita teimum so góða tænastu, at tað náttúrliga skal loysa seg best at selja um okkara uppboðssølu, sigur Essa Petersen.

Hann vil ikki út í æsir við, akkurát hvørjar tænastur, hann hugsar um.

Men hann dylir kortini ikki fyri, at ætlanin er at veita bátunum heildartænastur.

Tvs, at umframt at sleppa av við fiskin hjá okkum, skulu vit fáa teimum olju, proviant o.a. uppá pláss.

Teir ætla eisini, at tað skal bera til at selja fiskin, áðrenn skipið, ella báturin er komin til lands.

Men, hvussu langt teir koma í fyrstu atløgu, er óvist.

Men eitt, sum teir ætla at leggja stóran dent á, er, at seljarin fær vektarseðilin í hondini, beinanvegin hann hevur avreitt, tí teir fáa ikki havt eftirlit við honum.

Á uppboðssøluni sum er, fáa skip og bátar ikki vektarseðilin fyrrenn fleiri dagar eru farnir, og tað hevur elvt til stóra misnøgd.

Teir ætla eisini, at seljarin skal hava fult innlit í, hvat hendir við fiskinum, inntil hamarin er fallin.

Sum er, missir seljarin alt innlit í, hvat hendir við fiskinum meðan hann verður skildur, o.s.fr. Men teir hava kortini ábyrgdin av honum, til hamarin er fallin.

Hetta hevur eisini elvt til stóra misnøgd, at seljarin skal hava fulla ábyrgd av fiskinum, uttan at hava nakað sum helst innlit í, hvat verður gjørt við hann , sigur Essa Petersen.