Útróðrarmenn á ST-ráðstevnu

Tveir útróðrarmenn úr Ilulissat í Grønlandi hava fingið innbjóðing til at halda røðu fyri leiðandi politikarum og granskarum í sambandi við altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í næsta mánaði.

Grønlendska kringvarpið veit at siga, at Johannes Mathæussen og Ville Siegstad skulu greiða frá, hvørjar ávirkan tann veksandi hitin á jørðini hevur á teirra gerandisdag og livikor.

Johannes Mathæussen sigur við KNR, at fyri 15 árum síðani var ísurin í Ilulissat-fjørðinum einar fimm metrar tjúkkur, men at í dag er hann bara millum ein hálvan og ein metur.