Trýst á báðum pørtum

Tað eru tveir partar, ið hava kós tann óhugaliga vegin, sum seinnapartin hittast í Klaksvík. GÍ hevur tilsaman fingið eitt stig burturúr fýra tær seinastu ferðirnar, og KÍ hevur vunnið aðru hvørja ferð og tapt aðru hvørja ferð.

Manningarliga stendur tað ikki væl til í Klaksvík. Tað er ivasamt, um málverjin, Meinhard Joensen, verður førur fyri at spæla. Mathias Samuelsen er klárur at fara í málið, um tað vísir seg at vera neyðugt.

Miðvallararnir Símun Joensen og Oddmar á Lakjuni eru leikbannaðir, og Julian Samuelsen og Kaj Ennigarð eru skaddir. Erling Fles hevur vant eitt sindur í vikuni og verður á beinkinum í dag.

Hjá GÍ er tað farið at lýsna, hvat manningini viðvíkur. Hans Jørgen Djurhuus er langtíðar skaddur, og tað er ivasamt, um miðverjin Atli Gregersen verður førur fyri at spæla.

Tá ið liðini fyri stuttum hittust í steypakappingini í Sarpugerði, stóð tað 1-1 eftir vanliga leiktíð. Eftir longda leiktíð hevði KÍ vunnið 3-1.