Talið av næmingum á Vinnuháskúlanum fer næsta ár upp um 300 Stórur áhugi er fyri at sleppa inn á Vinnuháskúlan í Havn at fáa sær útbúgving.
Tvær ferðir so nógvir umsøkjarar, sum skúlin kann taka inn at læra til maskinmeistara, eru komnar inn hesa ferð, og væl fleiri hava eisini søkt inn til skipara.
Haraftrat hevur skúlin skipsførara- og maskinistútbúgving.
Upp ímóti 30 verða tiknir upp í hvønn flokk.
Hans Johannese á Brúgv, skúlastjóri væntar, at næmingatalið næsta ár fer upp um 300.
Hann heldur, at arbeiðsloysið er høvuðsorsøkin til nógvu umsóknirnar.