- Hetta hevur faktiskt verið tann harðasta vikan, ið eg havi havt sum venjari. Tað hava verið fleiri tungar avgerðir, sum eg havi verið noyddur at taka. Men eg eri glaður fyri, at tað gav úrslit í dag.
Trýstið hevur verið stórt á Rúna Nolsøe seinastu vikuna. Einki hevur verið sagt úr HB-leguni, men ivaleyst hava stólabeinini undir venjarasessinum ridlað nakað eftir fleiri vikur, har FM-biðlarnir ikki hava funnið vegin til málið, og har liðavrikið als ikki hevur verið á nøkrum meistarastøði.
Millum avgerðirnar, sum vórðu tiknar, var at seta tveir landsliðsspælarar á beinkin, umframt at ein triði misti liðskiparabindið. Í so máta ein greiður boðskapur frá einum venjara, ið ikki hevur verið nøgdur um tað, sum liðið hevði sýnt seinastu dystirnar.
- Allir spælarar eru til próvtøku hvønn sunnudag. Og levera teir ikki, so noyðist eg sum venjari at traðka til. Og tá kann eg ikki taka hædd fyri, hvør er landsliðsspælari og ikki. Teir mugu vísa ein vilja hvørja ferð, og tað gjørdu teir í dag.
- Spælið kundi sjálvandi verið betri, men úrslitið var gott. Og so mugu heldur spæla eitt sindur verri. Bara arbeiðsinnsatsurin er til staðar, og tað var hann í dag, segði Rúni Nolsøe.