Mánakvøldið skipaði KÍ fyri ítróttargudstænastu í Christianskirkjuni í Klaksvík í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá felagnum. Heilt fitt av fólki hevði leitað sær í kirkju hetta kvøldið, og tað var ein rættiliga sermerkt sjón at síggja størsta partin av kirkjuliðnum vera ílatnan bláu og hvítu KÍ treningsdraktirnar.
Byggja brýr
Finn Johannessen, samskipari, sigur, at ætlanin við hesi ítróttargudstænastu fyrst og fremst var ein roynd at vísa, hvussu tað andaliga og tað ítróttarliga kann sameinast, heldur enn at fokusera uppá skilnaðin teirra millum, sum vit annars ofta hava lyndi til.
Dagsins tekstur, um tú kanst kalla tað so, snúði seg um, hvussu vit í øllum lívsins verki stremba fram móti einum máli, tað veri seg í himmalinum ella á 1.deild í fótbólti. Pól Johannessen, trúboðari tosaði um ta vælsignaðu kensluna, tað er, at verða úttikin til liðið, og hvussu vit øll kunnu fáa lut í hesi kenslu á evsta degi við at trúgva. Atli Danielsen, 1. deildar- og landsliðsleikari tosaði um persónliga trúgv, og hvussu hendan altíð hevði hjálpt honum, tá tað sá daprast út við ítróttarligu avrikunum.
Aftaná andaktirnar spældi vælumtókti kristni rockbólkurin I AM tvey løg, har annað eisini snúði seg um at seta sær eitt mál, ?Heaven is my goal?. Síðani endaði Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, ítróttargudstænastuna.