Rúni Martinsson Djúrhuus, eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð
----
Argir eru seinnu árini vaksin sera nógv, og talið av ungum fólki á Argjum er høgt. Vit eiga sum kommuna at gera karmarnar fyri ítróttin góðar á Argjum, so okkara ungdómur fær íðkað tann sunna lívsstílin, sum ítrótturin gevur, og fær hug til at vera verandi her.
Meðan eg havi sitið í býráðnum í fleiri umførum í hesari seinastu setuni, havi eg m.a. luttikið í arbeiðinum við at fáa Ítróttarhøllina á Hálsi setta í stand og við at byggja uppí Hoyvíkshøllina. Hetta hevur verið spennandi, og eg gleðist um møguleikan at gera mun innan eitt økið, sum hevur mín stóra áhuga.
Argjafólk hava stovnað hondbóltsfelagið ÍA og tað kann ikki sigast annað, enn at tað er blivið ein sukse. Hóast eingin høll er á Argjum, og venjingin er spjadd runt kring Havnina, so hevur ÍA nú lið í næstan øllum aldursbólkum og argjafólk hava tikið væl ímóti hondbóltsfelagnum. Hetta eiga vit sum kommuna at stuðla. Tí má og skal ítróttarhøll byggjast á Argjum, sum kann brúkast til hondbólt og annan innandurða ítrótt.
Eg var í fleiri ár formaður í H71 og havi sæð, hvønn mun Hoyvíkshøllin hevur gjørt fyri hondbóltin í Hoyvík. H71 vandi fyrr í einari fimleikarhøll, men nú umstøðurnar eru blivnar betur telist H71 millum størstu ítróttarfeløg í Føroyum. Her tala úrslitini fyri seg: besta mansliðið er blivið Føroyameistari tvær ferðir, síðan høllin bleiv bygd og ungdómsliðini vinna heiðursmerkir uppá samliband. Hetta eiga argjafólk sjálvandi at sleppa at kappast við.