TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Tróndur Arge hevði við landsliðsframherjan, Jóan Símun Edmundsson, og landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen í sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2 í dag.
Við sær í Rásarúmið hevði Gunnar Nielsen tvær jólagávur, sum vóru burturlutaðar til lurtararnar hjá Rás2. Talan var um eina málmanstroyggju frá tíðini Gunnar Nielsen spældi í Manchester City, og so var eisini talan um landsliðstroyggjina Gunnar Nielsen hevði í heimadystinum ímóti Svøríki í 2012. Ein lurtari á Strondum, og ein lurtari á Argjum vunnu hvør sína signeraða troyggju.
Í prátinum við Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson var nomið við gongdina hjá teirra feløgum, FH í Íslandi, sum vann meistaraheitið, og hjá OB í superliguni í Danmark, sum liggur tungt á stigatalvuni. Gunnar Nielsen sigur seg trívast væl í Íslandi, og heldur tað verða stuttligari at verða í oddinum í Íslandi, og sleppa at royna seg í Evropa enn at spæla við einum botnliði í t.d. Noregi. Jóan Símun Edmundsson trívist í OB, men ásannar, at teir mugu betra um støðuna á stigatalvuni, har teir liggja næstaftast.
Prátað var eisini um tíðina Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson spældu í Onglandi, og nomið var eisini við landsliðið.