Trívist væl sum stjóri í hýrivognsfyritøku

Dia Midjord er fyrsti stjórin, sum ikki er millum eigararnar í Auto

Fyrrverandi kringvarpsstjórin Dia Midjord, sum fyrr í ár tók við sum stjóri í hýrivognsfyritøkuni Auto, er tann fyrsti stjórin, sum ikki er millum teir 33 bileigararnar, ið eiga felagsskapin Auto.

 

- Nevndin valdi at seta meg í starvið. Eg eri uttanveltaður, eg havi ongan bil og eri bara stjóri. Tær avgerðirnar, sum eg taki, verða tiknar eftir tí sannføring, at tað skal vera so rættvíst sum møguligt og eftir, at tað eru 33 eigarar, sum allir mugu fáa líka nógv ella líka lítið, sigur Dia Midjord, sum dámar nýggja starvið sera væl.

 

- Mær dámar øgiliga væl. Eg havi stóra ábyrgd og nógv at gera, men eg havi eisini stórt frælsi. Starvið er krevjandi upp á ein heilt annan máta enn í kringvarpinum, sigur Dia, ið er stjóri í einari fyritøku, sum bara er stongd tríggjar tímar um árið.

 

- Auto hevur opið allan sólarringin hvønn einasta dag í árinum. Bara jólaaftan millum klokkan 17 og 20 hava vit stongt, sigur Dia, sum heldur, at tað alla tíðina er neyðugt at hugsa um at menna eina nýggja vøru, eisini tá talan er um eina hýrivognsfyritøku.

 

- Um vit bara hugsa um, at fólk skulu koyrast aftur og fram, verða vit yvirhálað av menningini í samfelagnum. Tí onnur hugsa eisini um, hvat kann gerast á teimum ymisku økjunum, sigur Dia Midjord, sum arbeiðir við ymiskum ætlanum fyri Auto.

 

Dia Midjord, sum var stjóri í Kringvarpi Føroya frá 2012 til 2017, tók við sum stjóri í Auto 1. februar í ár.