Landsdystir
Tað er einki dulsmál, at tað mundi vera fáir av føroysku monnunum, sum vóru nøgdir um tað, sum teir høvdu avrikað í seinna dystinum móti Sveis um vikuskiftið. Summir mundu tó helst vera betri nøgdir enn aðrir, og ein teirra var uttan iva Hans Áki Dal Christiansen, og hetta hevur hann kanska eisini orsøk til.
Tað er nevnliga so, at kyndilsleikarin í fyrra Rumenia-dystinum ikki taldist millum tryggast føroysku kortini, tó at landsliðsvenjarin neyvan fær søð burtur frá hansara evnum nú eftir at hann hevur verið so sannførandi í teimum fýra dystunum higartil. Spurdur, um nøkur serlig orsøk er til hetta, svarar Hans Áki, at tað heldur hann sum so ikki.
- Tað er eingin loynidómur, annað enn tað, at eg havi roynt at stríðst fyri plássi mínum..
Men gera hinir ikki eisini tað?
- Sjálvandi gera teir tað, men tað hevur bara riggað væl hjá mær.
Trívist undir trýsti
Spurdur, um tað eisini er soleiðis, at hann trívist undir slíkum stórum uppgávum, svarar hann, at tað er tað so avgjørt.
- Tá man spælir fyri eini fullsettari høll, har áskoðarar og alt uttan um teg er á gosi, so gevur tað sjálvandi nakað eyka, heldur hann, hóast hann er samdur í, at áskoðararnir leygardagin ikki vóru so øgiliga stórur stuðul.
- Annars var dysturin í dag ikki nakað serliga stórur frá okkara síðu. Vit kunnu ikki bara skylda upp á møðina, tí teir spældu jú eisini tveir dagar á rað, men tað er einki at ivast í, at teir vóru sera væl fyri kropsliga, sigur Hans Áki.
Um dystin fríggjadagin var hann tó nakað væl betri nøgdur. Bæði persónliga, og fyri liðið.
- Tá spældu allir jú upp til sítt besta. Í dag var tað helst bara Jens (Skipagøta), sum gjørdi um seg, men eg má viðganga, at hann ikki fekk nakað serligt av hjálp frá okkum.
Hans Áki fekk tó ikki allan dystin við fríggjadagin, tí í seinna hálvleiki sást hann eina løtu fáa viðgerð fyri onkran snudd úti við føroyska skiftibeinkin. Eftir dystin kundi hann sissa viðhaldsfólkini, tí sambært spælaranum sjálvum, so var talan als ikki um nakran álvarsligan skaða.
- Bjarni og eg runnu aftur, og onkursvegna rendi eg øklaknútin í beinið hjá Bjarna, so eg gjørdist nakað eymur. Nakar álvarsligur skaði er tað so ikki, og eg eri klárur at dystast aftur komandi vikuskiftið segði Hans Áki Dal Christiansen at enda.