Trailari út av við 26 tonsum av alifóðuri

Hendingin fór fram á smala vegastrekkinum millum Skálafjørð og Skála, og tað tók einar 5 tímar, áðrenn fóðurið var fingið av vegnum, og trailarin var komin uppaftur á rættkjøl

Ferðsluóhapp

Mánakvøldið um 20-tíðina fór ein trailari hjá Hera Thomsen út av smala vegnum millum Skálafjørð og Skála. Trailarin, sum koppaði oman av, var lastaður við 26 tonsum av alifóðuri.
Løgreglan í Runavík sigur, at trailarin helst er komin ov langt út á vegøkslina, tá ið førarin møtti einum mótkoyrandi bili á smala vegnum beint eftir grótbrotið, sum er har á leiðini. Tað vísti seg nevniliga, at vegjaðarin var skrædnaður undan. Trailarin koppaði og var liggjandi á aðrari síðuni.
Hálka var ikki orsøkin til óhappið.
Hóast hendingin fór fram um 20-tíðina, tók tað fleiri tímar, áðrenn fóðurið var fingið av vegnum, og trailarin var komin uppaftur á rættkjøl.
Løgreglan sigur, at tað var ikki fyrr enn um 01-tíðina, at alt var yvirstaðið, og vegurin kundi latast uppaftur fyri regluligari ferðslu.
Sum skilst, sluppu bilar ígjøgnum í løtum, men undir sjálvari upptøkuni varð neyðugt at steingja vegin fyri allari ferðslu.
Løgreglan sigur, at ein krani hjá Mekanik í Runavík varð nýttur til sjálva upptøkuna.
- Tað gekk eitt sindur striltið, tí anhangarin bleiv hangandi uppi í trailaranum, men umsíðir eydnaðist at fáa bæði trailaran og anhangaran uppá rættkjøl.
Løgreglan sigur, at ein maður var í trailaranum, tá ið óhappið hendi, men hann slapp væl frá hendingini.