Russland setti í gjár nýggja lóggávu í gildið, sum frátekur koyrikort og rættin til koyrikort frá fólki við sinnissjúku. Tað merkisverda er, at nógvar av lógarfestu sinnissjúkunum í Russlandi, vanliga ikki verða roknaðar sum sálarsjúkur í vesturheiminum annars.
Umframt at staðfesta transsekusualitet sum sálarliga líðing, so staðfestir nýggja lóggávan millum annað at fetichisma, sýningartrongd og lúringartrongd eisini eru nú at rokna sum sinnissjúkur, ið gera fólk til vandamiklar bilførarar. Russiska stjórnin sigur seg fara at leggja herðslu á heilsukanningar at avdúkar hesar líðingarnar, av tí, at ov nógv ferðsluóhapp koma fyri.
Kunngerðin kemur eftir, at russiskir myndugleikar hava verið fyri hørðum atfinningum, tá ið teir í 2013, gjørdu tað ólógligt at hava 'óvanligan lívsstíl'. Russiskir sinnissjúkulæknar og mannarættindaløgfrøðingar hava eisini víst á, at teir mótmæla nýggju kunngerðini.
Umboð úr russiska fakfelagnum fyri sinnissjúkulæknar, óttast eisini avleiðingarnar av nýggju kunngerðini, ið tekur koyrikortini frá fólki við sálarligum líðingum, sambært russiskari lóggávu. Valery Evtushenku, sinnissjúkulækni, væntar, at hetta kann styggja fólk frá yvirhøvur at leita sær sálarliga hjálp, vegna vandan at missa sítt koyrikort afturfyri.
Somuleiðis mótmælir russiska mannarættindafelagsskapurin fyri sakførarar kunngerðini, og sigur hana elva til mismun. Felagsskapurin ætlar sær at krevja nærri frágreiðing frá russiska dómstólinum, umframt, at tey fara at leita sær stuðul frá altjóða mannarættindafelagsskapum.
Tó tekur felagið fyri yrkisbilførarar í Russlandi undir við kunngerðini.
- Vit hava ov nógv deyðsføll á vegunum, og eg haldi at herd heilsukrøv til bilførarar fer at bøta um støðuna, sigur formaðurin fyri felagið, Alexander Kotov.